Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Grundgevingarnar, sum eg havi hoyrt tala ímóti forskúla, eru:

- at, børn mugu sleppa at verða børn

- at, man skal læra gjøgnum spæl, 

- at, børnini eru ikki betri fyri seinni í lívinum, um tey hava gingið í forskúla osfr.

Skulu hesar grundgevingar skiljast sum, at børn ikki sleppa at verða børn í einum forskúla, og at man ikki lærir gjørnum spæl í einum forskúla, so bíti eg ikki á!

Sjálvsagt lærir man við nýmótans frálæru og nýmótans námsfrøði gjøgnum spæl, táið talan er um 6 ára gomul børn. Hvussu væl ein barnagarður ella ein forskúli livir upp til hetta, velst í stóran mun um, hvørji starvsfólkini eru (pedagogarnir og/ella lærararnir), og teirra førleiki og hugur at fáast við hetta fakið og hendan aldursbólk.

Umráðandi er at taka støði í barninum, har tað er, og ikki hvar tað verður um nøkur ár. Er barnið har tað ynskir fleiri avbjóðingar, enn barnagarðurin bjóðar, so eigur forskúlin at kunna verða eitt gott tilboð. Sjálvsagt treytað av, at man hevur eina námsfrøðiliga ætlan, sum tekur støði í barninum, - har tað er! Er barnið forvitið eftir at læra tøl og bókstavir, og eftir at sleppa at rokna og skriva og lesa, so vælsignaneigitykkum latið tey tað!

Førleikin at lesa og skriva og rokna er framvegis besta amboðið at hjálpa ótroyttiliga forvitninum at søkja sær vitan. Og jú fyrr hesin førleiki er uppi á pláss, jú betri. Hjá teimum flestu vaknar hesin hugur um 6 ára aldur. Hjá nøkrum nakað fyrr og hjá nøkrum nakað seinni. Var tað ikki so, høvdu skúlamyndugleikarnir í flestu grannalondum okkara neyvan koyrt síni børn í skúla eitt og tvey ár áðrenn, føroyingar gera.

Og hin góði pedagogurin og nýmótans lærarin veit, at hetta amboðið at læra at lesa og skriva og rokna kann saktans lærast við spæli, úti í náttúruni, við sangi osfr. Tá soleiðis verður lært, læra børnini eisini so sera nógv annað.

Góða eydnu við kjakinum um forskúlar, sum eg vóni tekur støðið í barninum og ikki í fakfelagnum.

Annita á Fríðriksmørk