Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jógvan Arge er í valgrein í miðlunum komin til ta einastandandi niðurstøðu, at sitandi samgonga í býráðnum fólkaræðiliga er eitt afturstig. Orsøkina sigur hann vera, at "ein flokkur fekk einsamallur meiriluta". Tað munnu vera fá onnur, ið geva honum rætt í, at tað er eitt fólkaræðiligt afturstig, at veljarin mannar býráðið, sum honum lystir. Heldur man tað vera tað, at fólkaræðið í hesum føri ikki smakkar Tjóðveldi væl.
 
"Einaræði valdar á Vaglinum", sigur Jógvan Arge víðari. Tað er ein avbera merkisverdur pástandur, tá gjøgnumgangandi einmæltar samtyktir og størst møguligir meirilutar (sjálvandi oftast minus Tjóðveldi) tvørturímóti hava eyðkent hetta valskeiðið. Umboðini fyri Tjóðveldi, rýmdu hinvegin úr samstarvinum og hava síðani tá sitið fornermað og grenjað á síðulinjuni.
 
Vit hava í hesi býráðssetuni tikið stórar og týðandi avgerðir, sum fara at útbyggja skúlaøkið í stórum lopum. Tá Skúlan á Fløtum í næstum verður boðin út aftur, verður tað við tí fyri eygað at halda kostnaðarmeting og tíðarætlan. Vit hava í hesari setuni bygt út á dagstovnaøkinum og hækkað barnafrádráttin, so hann í dag er tann hægsti í landinum. Systkinafrádráttin hava vit eisini hækkað, so foreldur í dag bert gjalda fyri eitt barn í dagstovni uttan mun til, hvussu nógv børn tey hava. Tórsvøllur er langt um leingi vorðin tjóðarstadion, sum vit øll kunnu vera errin av. Ítróttarhøll verður bygd á Argjum, dupulthøll á Hálsi og fótbóltsvøllur í Hoyvík. 
 
Men Tjóðveldi hevur ikki so frægt sum atkvøtt fyri fíggjarætlanunum, sum hava ligið til grund fyri hesum íløgum.
 
Ungdómsíbúðir verða nú gjørdar í Kommunuskúlanum, sum Jógvan Arge bað okkum javna við jørðina. Vit gera útstykkingar til bæði ungar familjur  og eldri fólk, sum ynskja sær minni bústað, og tørvurin á grundstykkjum er nú um at vera nøktaður fyri fyrstu ferð í nógv ár. Vit hava gjørt fleiri bátapláss og útbygt gøtuskipanina. 
 
Brúgvin um Sandá stendur sum eitt satt funktionelt listaverk, og vit hava við trappuni í Vágsbotni skapt eitt nýtt býarrúm, sum borgarar í øllum landinum hava stórfagnað alt summarið. Spæliplássið í Grasagarði hevur flutt børnini oman aftur í býin, og stendur nú sum enn eitt miðbýarrúm saman við seinasta skotinum í miðbýarætlanini: Steinatún, sum veruliga hevur fingið eitt andlitslyft.
 
Avgerðin, um at byggja Eystaru bryggju út, er ein týðandi fongur fyi vinnulívið og hundraðtals arbeiðsfólk í Havn. Trivnaðurin í kommununi hevur ongantíð verið betur enn nú, fólkatalið veksur og inntøkurnar vaksa. 
 
Men Tjóðveldi er ikki við. Tjóðveldi vil ikki vera við og hevur ikki samlað atkvøtt fyri eini einastu fíggjarætlan hetta býráðsskeiðið. Ein kann tí undrast á, at Jógvan Arge enn eina ferð bjóðar seg fram at stýra kommununi, tí har eru ongar visiónir, onki uppskot um nakað sum helst, ongin politikkur, bara grenj.
 
Heðin Mortensen
Borgarstjóri