Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Grøvin hjá Lucasi Debes fekk heldur ikki frið fyri sjórænarum

Her er framløgan hjá Jákupi Reinert Petersen, sum hann hevði í Havnar kirkju 16. november 2017

”…at jeg det ene Pund ey vil nedgrafve”
Bókaframløga í Havnar kirkju 16. nov. 2017:
Lucas Debes: A Description of Foeroe 1676

Um fjórða sóknarprest í Suðurstreymoy eftir reformatiónina skrivar Chr. Djurhuus prestur í sínum prestatali frá 31. mars 1759 hesi fáu orð: ”Mag. Hr. Lucas Debes; han udgav i trycken 1673 den bog kaldet Kongl. Majestæt, og den færøeske beskrivelse, kaldet Færoa reserata; han var Sogne-Præst 24 aar og 1675 døde.” Debes var eisini áttandi próstur eftir reformatiónina, og tí fær hann nøkur orð aftrat undir próstatalinum: “Mag. Hr. Lucas Debes i Thorshavn; den 25 Febr. 1670 blev paa Modet afsagt en Skilsmisse-dom imellem to trolovede folk; udi forordningen af 16. Apr. 1673 ere Præste-Enkerne her i landet deres leve-tiid forundt Annex-gaardene i pension og Suderøe-Præster privilegium translocationis; han var en 5 aars land Provst.”

  Aftan fyri hesi fáu orð krógvar seg eitt virkið og vágið lív. Lucas Debes varð føddur í 1623, helst í Stubbekøbing á Falster, har pápi hansara Jacob Nielsen var kapellanur. Í 1647 gjørdist hann studentur úr skúlanum í Slagelse og las síðani gudfrøði í Keypmannahavn. Hin kendi Ole Worm var privatlærari hjá honum og vakti hansara áhuga fyri náttúrufrøði aftrat gudfrøðini. Lucas Debes kemur so til Havnar í 1651. Hann skal vera kapellanur ella hjálparprestur hjá Hans Rasmussen, sóknarpresti; men hesin doyr longu 14. mars sama árið. Tí vil ikki betri alla verri til, enn at Debes giftir seg við einkjuni, Anna Rasmusdatter, verður stjúkfaðir at níggju børnum og sóknarprestur í kallinum. Fýra eru kirkjurnar: 

Tórshavn, Kirkjubøur, Nólsoy og Kaldbak, og haraftrat eru fleiri smáar bygdir og oyggjar í Suðurstreymoyar prestagjaldi. Sóknarpresturin í Havn er eisini rektari fyri latínskúlan. Tað gevur eitt sindur aftrat í løn, sum kann vera gott, har sum nógvir munnar eru at metta; men arbeiðsbyrðan er í meira lagi:

  “...eftersom en Lærere [t.e. prestur] have nok at bestille med sit Prædike-Embede, naar han det retteligen vil forestaa, desforuden haver man ofte Forhindringer udi en og anden Maade, endelig bliver man paa det sidste gammel, træt og svag, formedelst hvilket Skolen maa endeligen ligge øde paa det sidste; dog kan ikke Skole-Embedet tages fra præsten, formedelst Kaldets Maadelighed i sig selv...”

  Í 1670 verður Lucas Debes próstur og doyr í hesum embæti fimm ár seinni. Sostatt er hann búsitandi í Føroyum í 24 ár; men høvdu vit spurt hann, um hann var blivin føroyingur, hevði hann helst kallað seg útlending. Tað gjørdi hann ið hvussu er í teimum báðum bókunum, hann gav út. Eins og Jóhannes ápostul sat í útlegd á oynni Patmos og skrivaði sína Opinbering, so dagfestir Lucas Debes sínar bøkur “Skrevet udi mit Patmo i Thorshaun på Færøer.” Hvat tað fyri hann merkir at vera útlendingur, greiðir hann nærri frá, har hann ognar kongi sjálvum sína bók Kongelig Majestæt: “dog icke en udlændiske saa som den der er føt i Danmarkis Rige/ dog udlændiske/ saa som den der boer udi et viit fra mit fæderne afliggende Land.” Ofta hevur hann við Dávidi kongi suffað sum í Sálmi 120: ”Eya meg, sum fremmandur eri hjá Meseki, og búgvi við Kedars tjøld! Ov leingi hevur sál mín dvølst hjá teimum, ið hata frið. Sjálvt um eg friðarorð mæli, eru teir til reiðar til kríggj.”

  Kortini eru tað ikki føroyingar, sum volda honum stríð, men heldur teir donsku embætismenninir. Tað er t.d. kommandanturin á skansanum, Claus Becher, sum neyðtekur stjúkdóttur Debesar, Rakul, í 1768, so hon verður við barn. Prestarætturin dómfellir at enda Becher, sum tó varðveitir sítt starv. Rakul var trúlovað, tá misgerðin hendi, og festarmaður hennara Knud Jacobsen, sum var burturstaddur, tá tað hendi, fær skilsmessu – tað, sum Djurhuus sipar til. Knút setur seg heldur ikki føran fyri at breyðføða barnið. Mikið stríð hevur Debes eisini av fútunum Heidemann og Schougaard, m.a. av tí at teir vilja noyða teir fátæku havnarmenninar at útbyggja skansan, ella teir krevja sæti í prestarættinum og nokta prestunum at handla við ensk og hálendsk skip. Tað er eisini eitt baks at bøta um tey  fíggjarligu korini hjá prestunum og latínskúlanum og at vinna suðuroyarprestum framíhjárætt at søkja norðurum – privilegium translocationis, sum Djurhuus nevnir í próstatalinum.

  Ljósari sær tað út, tá ið Christian Fimti verður kongur, og Jens Rodsten varaadmiralur kemur til Havnar, so fólkið kann svørja kongi trúskap. Hetta hendir við eina guðstænastu í Havnar kirkju 19. aug. 1670, har Lucas Debes prædikar yvir Harm. 5, 16: ”Krúnan er fallin av høvdi várum” Samstundis verður hann tilnevndur sum Føroya próstur. Jens Rodsten hevur eisini við sær eitt lyfti frá kongi, har hann lovar at vilja leggja oyra til tær klagur, føroyingar hava at bera fram, uttan at tær fyrst skulu fyri Gabel. Sjálvur verður Debes so hugtikin av tí, hann hevur arbeitt við í prædikuni, at ein heil bók um einavaldskongin sum Guðs serliga amboð spyrst burturúr.

  Tvær ferðir fer Lucas Debes til Danmarkar upp á landsins besta. Fyrra ferð er í 1659, tá kríggj er millum Danmark og Svøríki. Skipið verður tikið, og hann  situr fangi í Göteborg eitt heilt ár. Hin seinna ferðin er í 1672, og tá steðgar hann leingi í Keypmannahavn. 

Hjálparprest, Gregers Pedersøn, hevur hann fingið sær at røkta embætið, og vit kunnu ætla, at hann hevur notið tilveruna í høvuðsstaðnum. Hann er á lærda haskúlanum, har hann tekur prógv sum magistari – tað er næstan líka gott sum ein Ph.D. í dag. Hann vitjar lærdar menn, lesur lærdar bøkur, sum hann neyvan hevur átt sjálvur heima í Føroyum, og fær sostatt lagt ástøði aftrat tí empiriska tilfari, hann hevur umrøtt í sínum handritum.

  Bókin Kongelig Majestæt verður hildin at vera tung at lesa, har eru nógv skriftstøð og ein undirbrotlig roynd at tekkjast kongi við at hevja hann til skýggini og gera hann til ein gud. Lucas harmast um, at prestarnir í Føroyum ikki hava tíð at prenta hetta niður í fólkið; men so kann jú bókin vera ein hjálp: ”Thi Hukommelsen er svag; men den skreffven Bogstaff bliffver ved: Hvorfor mand befinder mange Gudfryctige/ særdelis de Færøeske Tilhørere at hafve lyst til nyttige oc Gudfryctige Skriffter at lære.”

  Jón Helgason sigur, at tað ”kennist sum ein lætti at koma frá bókini um Kongelig Majestæt, har luftin er tung og kvalin, til ta bókina, ið Lucas Debes gjørdi um Føroyar. Har finna vit høgan himmal, sjósaltan ráma, meldurglaður, ”stormskýggj á ferð.” Eitt valaverk er tað, álítandi og evnisríkt, skrivað av manni, ið ikki bert var grannsíggin, men eisini hevði fingið yndi til tað landið, har hann hevði livað og starvast, og tað fólkið, sum búði har. At lívið var hart og strævið, noktar hann ikki fyri, fuglabjørgini vóru øgilig, seyðurin kundi doyggja í fonn ella fara fyri bakka, ring fiskiár kundu koma at vera, sjórænarar høvdu ofta gjørt nógv spell. Samfelagið hevði síni brek, men kortini sær lesarin fyri sær eitt heilskapað fólk, ið hevði seigar røtur og livdi yvirhøvur væl nøgt í fátækt síni, ”et armt Folck, som vel er fattigt udi Guld, men rigt udi Gud.””

  Og nú vit hava funnið tey rósandi orðini fram, kunnu vit eins væl halda fram og staðfesta, at Færøske Beskrivelse hjá Lucas Debes gjørdist standardverkið um Føroyar, líka til Landt prestur skrivaði sína bók í 1800. Lucas skrivar um føroyska landafrøði, um plantur og dýr, fugl og fisk, sjúku og heilsu, fólk og mentan, lóg og rætt, kirkju og skúla, Føroya søgu og í einum ískoyttum kapitli um ”Spøgelser og Satans Anfægtelser udi Færø.”

  Bókin fær góð ummæli og tykist at hava verið uppseld beinanvegin, tí summi varðveitt eintøk benda á at hoyra til annað upplag. Brot úr bókini verða umsett til latín og franskt, og í 1676 kemur hon út í enskari týðing. Aftanfyri stendur sjálvt hitt navnframa fróðskaparfelagið Royal Society of London, sum er stovnað í 1660, og hvørs limir m.a. hava áhuga fyri Føroyum og Íslandi. Tað besta hevði verið, um Lucas Debes sjálvur kundi umsett bókina til latín; men hann er farin heim aftur til Føroyar og doyr í 1675. Danski sendimaðurin í Danmark, Thomas Henshaw, hevur heitt á fransmannin Jean Sterpin, sum hevði starvast hjá ríkiskanslaranum í Danmark. Løn skuldi Sterpin ikki hava – aftur fyri at umseta fyri Royal Society vónaði hann hinvegin at fáa møguleika fyri at flyta til Onglands og fáa arbeiði har. Føroyabókin hjá Lucas Debes kom seinni út í týskari umseting í 1757.

  Tá ið forlagið Stiðin nú leggur fram ta ensku týðingina í nýggjari útgávu, kundi onkur spurt: Liggur hon ikki úti á netinum í dag? Tað hevði verið skeivt at noktað fyri tí, tí onkur skannað útgáva man vera at finna, og eisini facsimile-útgávur kunnu keypast frá teimum, sum kalla seg Print on Demand. Men slíkar piratútgávur kunnu ikki samanberast við tað valaverk, sum nú eftir sjey ára arbeiði hevur sæð dagsins ljós. Tann enski teksturin er lættur at lesa við klárari, nútímans skrift. Tær túsundtals viðmerkingarnar vísa til bókaverk, Lucas Debes hevur nýtt, samanbera við tann danska tekstin og greiða torskild orð. 

Haraftrat hevur tann enska útgávan hjá Stiðjanum fleiri uppískoyti. Norbert B. Vogt, sum hevur lagt eitt stórt arbeiði í hesa útgávu, skrivar sjálvur um lív, avrik og týdning hjá Lucasi. Brævaskifti úr savninum hjá Royal Society, sum her eisini er prentað, lærir okkum tað aftrat um havnarprestin, at hann eisini hoyrdi upp í tað, tey hava kallað ”Republic of Letters.” Í dag vildu vit nokk kallað hetta eitt netverk millum tey lærdu í Europa, har brøv og prentlutir ferðaðust millum lond og við sínum ósjónligu sambondum spentu út eitt víðfevnt net av lærdómi – líka til Føroya. Og so eru sjálvandi orðalistar, bókmentalistar, permumyndir og annað gott.

  At bókin skuldi leggjast fram í Havnar kirkju grundgevur Zakarias Wang einfalt við tí, at Debes á sinni var prestur í Havn. Vit koma honum ikki nógv nærri enn her. Ið hvussu er so stendur her til høgru aftan fyri meg sjálvur gravsteinurin, legsteinurin, sum varð lagdur yvir grøvina hjá Lucasi Debes, tá ið hann í 1675 varð jarðaður undir kórinum í gomlu Havnar kirkju úti á Reyni. Sverri Dahl skrivar í bók síni um Havnar kirkju: ”Tá ið 1609-kirkjan varð tikin niður í 1789, komu hesir legsteinar [sum nú síggjast inni í kór] at liggja í kirkjugarðinum, har teir lógu, til teir í 1893 eftir fyriskipan frá Kirkeinspektionen vórðu uppsettir, har teir standa í dag…” Sverri greiðir nærri frá hesum steini, sum er úr skifur: 

”Frá niðara enda niðan eftir miðjuni er høgdur ein  4 cm breiður krossur, ið stendur á fóti og gongur heilt upp til sneiðingina. Krossarmarnir enda í bløðum, sum átøk eru lilju- ella smærubløðum, og undir ørmunum eru út frá legginum hvørjumegin eitt sovorðið blað. Hetta er ein liljukrossur, ið vit kenna á miðaldarsteinum… Hvussu tað ber til, at ein legsteinur, ið eftir sínum sniði og íhøgda krossi at meta má vera høgdur eini 400 ár fyri hansara tíð, skal hava ligið á leiðinum hjá Lucasi, verður sjálvsagt ikki lætt at svara.” Sverri heldur, at steinurin kann hava ligið yvir eini bispagrøv í Kirkjubø og verða fluttur til Havnar. Yngri granskarar, eitt nú teir sum hava skrivað Havnarsøgu, halda mótvegis Sverra, at kirkja og kirkjugarður hava verið eisini í Havn í miðøld, og at steinurin tí hevur verið í Havnar kirkju ella kirkjugarði alla tíðina.

  Annars er tað at siga, at grøvin hjá Lucasi Debes fekk ikki frið. Í 1677 herjaðu franskir sjórænarar Havnina; eisini kirkjuna, har gravir vóru grivnar upp at leita eftir virðislutum, m.a. grøvin hjá Lucasi. Tað kennist eins og hevur Lucas Debes sjálvur sæð, at hetta kundi henda, tá ið hann í fororðinum til lesararnar í bókini Kongelig Majestæt skemtandi hugleiðir um tað eina pundið, hann hevur fingið, aftur ímóti teimum mongu pundunum hjá øðrum: ”Saa formoder jeg/ at som ingen kand misunde mig mit lidet/ saa kand oc ingen tilbørligen laste mig/ særdelis at jeg det ene Pund ey vil nedgrafve/ men her med endocsaa udsætte det paa Aager; hvor med dersom jeg naaer den vinding hos alle Undersatter/ som jeg søger efter/ forhaaber jeg med disbedre Samvittighed udaf naade at bestaa baade for min Himmelske/ saa oc Jordiske Kongelig Majestæt.”

  Nei, hann tók ikki lærdóm sín við sær í grøvina, hann fjaldi ikki ognir sínar í jørðini, hann gróv ikki pund sítt niður. Í dag, nú tann enska útgávan A Description of Foeroe 1676 aftur verður løgd fram fyri nútíðar lesarar, heysta vit av nýggjum renturnar av teimum gávum, sum honum vórðu litnar til.

Hjartaliga til lukku.