Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Grót og steinar

Skeið í Náttúru og tøkni

Tíðindaskriv frá Námi:

Í Námi og úti í náttúruni hava Uni Árting, jarðfrøðingur og Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingur, sum bæði starvast á Jarðfeingi, havt tvey kveikjandi og fultteknaði skeið um grót og steinar í Føroyum.

Fyrra dagin varð undirvíst um føroysku jarðfrøðina. Við nýggja føroyska skúlasavninum, sum Uni sýnir fram á myndini, lærdu skeiðsluttakararnir at eyðmerkja og navngeva grót- og steinsløg. Seinna dagin varð farið út at royna tað sama í føroysku náttúruni. Evni, ið vórðu viðgjørd, vóru føroyska fláarøðin, jarðfrøðisøgan, føroysk grót- og steinsløg, og støð, sum eru verd at vitja.

Við hepni hava Uni og Lis givið lærarum vitan og amboð at kveikja áhugan hjá børnum og ungum fyri føroysku jarðfrøðini. Skeiðsluttakarar eru samdir um, at hetta hevur verið gjørt á ein spennandi og øðrvísi hátt við lutum, amboðum, skrivligum tilfari, myndum og ikki minst upplivingum úti.

Skeiðið um grót og steinar í Føroyum tekur støði í nýggja skúlasavninum, sum sæst á myndini. Jarðfeingi hevur gjørt tilfarið, sum inniheldur kort og frágreiðingar, grót- og steinsløg og uppskot til áhugaverd støð at vitja í føroysku náttúruni. Savnið, sum skúlar kunnu keypa frá Jarðfeingi, verður sýnt fram í Námi.