Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Grønt ljós í Kollafirði

Gøtan er greið at fara undir at gera øll høli í Ítróttarhøllini í Kollafirði liðug. Tórshavnar býráð hevur tilsamans játtað 3 mió kr til endamálið. Á býráðasfundi hóskvøldið varð eisini samtykt at fara undir tað ítøkiliga fyrireikingararbeiðið til liðuggerðina.

Tórshavnar kommuna eigur høllina í Kollafirði. Felagið Hallarstuðlar í Kollafirði stóð fyri byggingini á sinni vegna kommununa.

Hallarstuðlar og kommunan fara eisini í felag at standa fyri liðugerðini eftir sama leisti við eini bygginevnd.

Talan er um hølini í hæddunum omanfyri inngongdina í høllina. Har eru tvær hæddir, sum ikki eru innrættaðar. Tað verður gjørt nú, og hølini verða skipað soleiðis, at tey kunna brúkast til ymisk endamál.

- Tað er upp á høgu tíð, at vit eru komin higar til í hallarmálinum í Kollafirði, sum hevur eina rættiliga langa søgu, sigur Jógvan Arge, formaður í mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs.