Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Grønlendski landsstýrsmaðurin Anthon Frederiksen vitjar landsstýrismannin í innlendismálum

Í døgunum 25. – 30. juli vitjar grønlendski landsstýrismaðurin Anthon Frederiksen í Føroyum sum gestur hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni.

Anthon Frederiksen er landsstýrismaður í innlendis-, umhvørvis- og kommunumálum og fer á vitjanini í Føroyum at kunna seg um hesi viðurskifti við tí endamáli at styrkja samstarvið landanna millum.

Tann 25. juli hevur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, boðið umboðum fyri Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag á fund við grønlendska landsstýrismannin, har tey fara at umrøða kommunuviðurskifti og mál av felags áhuga.

Á ferðini verður vitjað ymsastaðni í Føroyum m.a. í Dímun, í Eysturoynni og í Suðuroy, har avvarðandi býráð taka ímóti gestunum.

Í fylginum eru frú Margrethe Frederiksen og embætisfólk úr grønlendsku umsitingini.