Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Grønlendski heilsumálaráðharrin vitjar Kaj Leo Holm Johannesen

Fríggjadagin vitjaði grønlendski heilsumálaráðharrin, Martha Abelsen, Kaj Leo Holm Johannesen. Martha Abelsen er komin til Føroyar at kunna seg um føroysk viðurskifti og fyri at fáa íblástur til tiltøk á heilsuøkinum í Grønlandi.

Á fundinum hava tey bæði tosað um avbjóðingarnar, sum heilsuverkini í Føroyum og Grønlandi hava, og tey hava umrøtt, hvørjir møguleikar eru fyri samstarvi landanna millum.

Ein av avbjóðingunum í londunum báðum er at útvega heilsustarvsfólk. Landsstýrismaðurin greiddi frá teimum tiltøkum, sum eru sett í verk í Føroyum fyri at útvega fleiri heilsustarvsfólk.

Kaj Leo Holm Johannesen og Martha Abelsen tosaðu um sjúklingahotellini í Keypmannahavn. Økta talið á sjúklingum, sum verða sendir av landinum í viðgerð, hevur við sær stórt trýst á sjúklingahotellunum. Tey eru samd um, at hetta er eitt øki, sum ber til at samstarva meira um í framtíðini.

Síðani greiddi landsstýrismaðurin frá, at hann er farin undir eina tilgongd at seta viðgerðartrygd í verk í Føroyum. Henda tilgongdin verður á sama hátt sum t.d. í Danmark, sum vit kenna sum “behandlingsgaranti”.

Eftir fundin vitjaðu Kaj Leo Holm Johannesen og Martha Abelsen á Landssjúkrahúsinum og á Barna- og ungdómspsykiatrisku deild.

“Eg haldi, at tað er sera áhugavert, at grønlendski heilsumálaráðharrin hevur valt at venda sær til Føroyar fyri at kunna seg um, hvat vit gera á heilsuøkinum. Vónandi kann tað, sum vit gera í Føroyum, verða ein íblástur hjá teimum”, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.

Heilsumálaráðið, 10. januar 2020