Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Her er prógvið uppá, at globala upphittingin var eisini galdandi í 1930´árunum

Grønland smeltaði eisini í tredivuárunum

Í nøkur ár hava vit hoyrt um vandan við, at grønlandsísurin smeltar, og hvussu vandamikil globala upphitingin er, og at hetta kemst av, at heimurin er so illa dálkaður.

Heimsins tjóðir hava m.a. víst á, hvussu stóran týdning havumhvørvið hevur, og hvussu viðbrekið lívfrøðiliga margfeldi er, á sjógvi eins væl og landi. Veðurlagsbroytingarnar hava longu nú havt við sær eina økta skipaferðslu í norðurhøvum, og umhvørvisfólk vísa á, hvussu umráðandi tað er at vera ansin, hvat viðvikur øktum vanda fyri oljudálkingum og dálking vyirhøvur í arktiska økinum.

Nú prógva myndir, at Grønland so sanniliga eisini smeltaði í 1930´árunum, og at kjakið um nýskaptu globalu upphitingina sýnist at vera meira tvætl enn veruleiki.

Linkirnir niðanfyri eru til www.nrk.no og www.nature.com   

http://www.nrk.no/vitenskap-og-teknologi/1.8167048

http://www.nature.com/ngeo/journal/v5/n6/full/ngeo1481.html