Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Grønland og Føroyar

Nú er komið fram, at grønlendsk skip kunnu landa í Føroyum og selja farmin til Kina. Hetta kann hava stórar avleiðingar við sær, tí í Kina búgva nógv fólk, og fiskur fellur teimum væl. Hetta samstarv kann geva stórar inntøkur bæði fyri Grønland og Føroyar.

Hetta prógvar, at nógv kann koma burtur úr samstarvi millum Grønland og Føroyar. Her er bara tann vansi, at donsku myndugleikarnir av øllum alvi hava lagt fótonglar fyri øllum samstarvi. Teir hava havt nógva ávirkan, og í stóran mun hevur tað eydnast teimum at forða grønlendingum og føroyingum at vera saman um nakað sum helst. 

Eitt teir hava gjørt, er at forða fyri, at føroyingar og grønlendingar kunnu tosa saman.

Tá eg kom til Danmarkar at lesa, royndi eg at koma saman við grønlendskum lesandi. Tað vóru góðar løtur, vit høvdu saman, og fekk eg fleiri grønlendskar vinir. Tá teir fóru til Grønlands og eg til Føroya var ikki so lætt at samskifta, og vit sóust ikki so nógv.

Í 1971 var fólkatingsval. Valið í Føroyum var fjúrtan dagar eftir tað í Grønlandi og Danmørk. Tá úrslitið kom úr Danmørk, vísti tað seg, at tað var so javnt, at fólkatingsmenninir úr Grønlandi og Føroyum kundu gera av um stjórnin skuldi vera blá ella reyð.

Eg var uttanflokka valevni, og eg fekk at vita, at teir reyðu bert skuldu hava undirtøku frá einum fólkatingsmanni afturat fyri at kunna skipa stjórn. Annar grønlendski fólkatingsmaðurin var Moses Olsen. Sagt varð, at hann var sosialistur, og at tað tí ikki var at ivast í, at hann fór at taka undir við reyðari stjórn. 

Eg kendi hann ikki, men fekk at vita, at hann var stuðlaður av fleiri av teimum, sum eg kendi frá lestrarárunum. At tosa í telefon við hann bar ikki til, so eg sendi honum eitt telegram og bað hann bíða við at taka støðu til stjórnarskipan til eftir at fólkatingsvalið hevði verið í Føroyum. 

Hann fekk telegrammið og svaraði sum eg hevði rátt honum til. 

Tað sum eg hevði í hyggju var, at um so var at eg var valdur, so kundu vit báðir vent okkum til forsætisráðharraevnini donsku og fingið loyst Grønland og Føroyar frá Danmark afturfyri at stuðla teirra stjórn uttan mun til um hon var reyð ella blá. Hetta var ein realistiskur møguleiki tá, tí Danmørk vildi fara upp í EEC, og vit vildu ikki. 

Eg varð ikki valdur, so samstarvið millum okkum báðar kom ikki longur enn til at forða tí reyðu stjórnini at sleppa til beinanvegin. Tað hendi ikki fyrr enn eftir valið í Føroyum.

Nú er ein nýggj støða. Aleqa Hammond, sum hevur sett sær fyri at loysa Grønland frá Danmørk, er valevni til fólkatingsvalið. Sjálvandi veit eingin um hon verður vald, men verður hon tað, so hevur hon sagt, at hon ikki frammanundan vil siga hvørt hon fer at stuðla einari reyðari ella bláari stjórn, tí avgerandi fyri hana er hvør av teimum ið gongur henni longst á møti. 

Eyðsæð er, at tað er av allarstørsta áhuga fyri okkum at samstarva við ein slíkan politikara.

Danir vita teir til fulnar, at londini Grønland og Føroyar eru eitt eindarríki. Hetta passar teimum sera illa, og fyri at tvíhalda um okkum, lúgva teir bæði fyri grønlendingum og føroyingum um hvørja rættarstøðu vit hava. Teir vita, at einasta orsøk til, at ríki okkara er saman við Danmarkar ríki er at vit í 1450 vóru ein samfingin partur av Noregs ríki, sum danir gjørdu sambandssáttmála við. 

Danir misnýttu tað vald teir høvdu í ríkjafelagsskapinum við at minka um okkara ríki við at lata partar av tí frá sær. Hetta gjørdu teir við í 1469 at lata skotum Orknoyggjar og Hetland, í 17. øld við at lata svium Herjadalin, Jemtland og Bohúslen. Í 1814 mistu vit Meginlandsnoreg, og í 1918 Ísland. Í okkara ríki eru ikki nógv fólk, men fá eru tey lond, sum hava størri land- og sjóøki enn vit. Við neyvum samstarvi okkara millum kunnu vit fáa alstóran vinning burturúr.

Her liggur sera væl fyri. 

Sáttmáli okkara við Danmarkar ríki ásetur, at vit hava sjálvstýri, og at danskir myndugleikar ikki hava loyvi til at leggja seg upp í okkara viðurskifti. Men tað hava teir gjørt í ólukkumát. Okkara skylda er at krevja av teimum, sum umboða okkum, at teir leggja doyin á, at vit fáa tað vit hava rætt til.

Á hesum fólkatingsvali hava vit ein søguligan møguleika fyri at fáa ávirkan.

Her eru nevnliga tveir møguleikar. Annar er at velja flokkar, sum bidda um at fáa danska statin til at áleggja sínum skattgjaldarum 122 krónur í stuðli fyri hvørja atkvøðu sum teir kunnu lokka til sín, fyri ikki um at tala tær milliónir, teir fáa fyri fólkatingsmenninar. Teir eru leigusveinar hjá danska statinum.

Hin møguleiki er at velja uttanflokkalistan, sum fer at taka upp samstarv við Grønland um at fáa í lag eina stjórn í ríki okkara, sum er javnbjóðis donsku stjórnini, og fáa valt ein tjóðfund, eina stjórnarskráargevandi ríkissamkomu, sum kann áseta hægstu reglur fyri hvussu ríki okkara skal stýrast.

Val okkara er tí greitt: ófrælsi við flokkunum ella frælsi við uttanflokkalistanum.

Zakarias Wang