Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Grøna virðislønin – freistin úti 22. apríl

Um 5 dagar er freistin úti at innstilla fólk til grønu umhvørvisvirðislønina í Tórshavnar kommunu.

Aftur í ár fer Torshavnar kommuna at lata eina serliga umhvørvisvirðisløn, sum í ár fær heitið Grøna Virðislønin. Hetta verður gjørt í Umhvørvisvikuni, sum verður frá 29. apríl til 5. mai 2012, og virðislønin verður latin onkrum, sum hevur gjørt nakað serligt fyri umhvørvið.

Umhvørvisvirðislønin, sum er uppá 10.000 krónur, kann latast einum stovni, virki, felag, bólki ella einstaklingi í Tórshavnar kommunu.

Veitst tú onkran, sum við einum ella fleiri átøkum hevur gjørt eitt gott arbeiði fyri umhvørvið, kanst tú venda tær til kommununa við tíni innstilling. Eisini ber til at innstilla seg sjálvan.

Send tína innstilling til Tórshavnar kommunu í seinasta lagi 22. apríl 2012, har tú fortelur eitt sindur um hvønn tú innstillar, hví viðkomandi skal innstillast og hvønn kommunan kann venda sær til fyri at frætta meira.

Sjálvavgreiðslan til innstillingina finnur tú niðanfyri.

Innstillingarnar skulu sendast til:

Tórshavnar kommunu

heilsu- og umhvørvisdeildin

Postboks 32

110 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo