Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

GRØN VIRÐISLØN

Tórshavnar kommuna fer aftur í ár í umhvørvisvikuni 2013 at lata eina grøna virðisløn til ein stovn, virki, felag, bólk ella einstakling, sum hevur gjørt nakað serstakt fyri umhvørvi.

Tórshavnar kommuna vil fegin hava títt uppskot til ein vinnara, sum hevur gjørt eitt ella fleiri serlig átøk fyri umhvørvi.

Skrivað eitt sindur um hvønn tú innstillar, hví tú innstillar viðkomandi og hvønn kommunan kann venda sær til, um vit vilja hoyra nærri. Til ber eisini at innstilla seg sjálvan. Virðislønin á kr. 10.000 verður latin í umhvørvisvikuni, sum verður frá 6. til 12. mai 2013

Innstillingar skulu verða Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 1. mai 2013.

Meldað til á teigunum  http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1203 , ella í snarskivuni, telefon 302010.