Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Grøn orka: Politiska skipanin má vakna

Politiska handlingsloysið á grøna orkuøkinum má steðga, tí smáu politisku loysnirnar, sum vit hava sæð seinastu árini flyta onki. Mvg-frítøka av hitapumpum og at lækka avgjaldið á elbilum er politiskt fluguknepparí, sum onki munar. Tí er neyðugt við veruligum politiskum átøkum á orkuøkinum, sum veruliga muna nakað og flyta samfelagið rættað vegin

Grøn orka er vindorka
Tað fyrsta vit muga gera, er at seta okkum greið politisk mál fyri, hvussu nógvar vindmyllur skulu upp at standa á hvørjum ári, tey komandi 10 árini. Vit hava í veruleikanum onki annað í at velja enn vindorku, tí hinar orkukeldurnar muna onki. T.d. klára sól, alda, vatn og sjóvarfall, á ongan hátt at levera tað orkuna, sum skal til fyri at halda føroyska samfelagið og vinnuna mælandi.
 
Tí muga vit gera eins og onnur long hava gjørt, nevniliga at seta tal á, hvussu nógv vindorka skal setast uppá á hvørjum ári. Um vit skulu náa settu málunum um at gerast grøn á landi í 2030 skulu tvær vindmyllulundir á stødd við Húsahaga setast upp hvørt ár fram til 2030, svarandi til heilar 24 vindmyllulundir á stødd við Húsahaga.
 
Elmarknaður skipast við lóg
Tað næsta er at gera eina greiða og gjøgnumskygda lóggávu, sum tryggjar eina umskipan av markaðinum, soleiðis at loyst verður upp fyri vinnuligum dynamikki og innovatión.
 
Flest øll lond hava skipað sín elmarknað í 1) framleiðslu, 2) net og 3) sølu/ forbrúk, t.v.s. ein greiður skilnaður er millum einstøku partarnar í elskipanini. Netið er vanliga lagt í eitt alment partafelag.
 
Framleiðslan er skipað soleiðis, at henda skapar kapping millum allar elframleiðararnar, sum framleiða inn á netið, og harvið tryggjar lægst møguligan prís.
 
Á hinari síðuni hava vit sølufeløg og forbrúkarar, sum kappast at keypa elorkuna.
 
Harvið er kapping bæði á framleiðslu og forbrúkssíðuni og er hetta við til at skapa neyðuga dynamikkin og innovatiónina.
 
Bíliga og grøna orku til brúkaran og vinnuna
Hesi greiðu málini og ein umskipan av elmarknaðinum vilja tryggja, at vit fáa munandi meira grøna orku framleidda úr orkuríkidømi føroyinga, nevniliga vindorkuni.
 
Samstundis tryggjar hetta, at vit fáa bíliga og góða grøna orku til brúkararnar og vinnuna í Føroyum.
 
Tað einasta sum krevst, fyri at alt hetta skal henda, er, at politiska skipanin tekur seg saman og gevst við politiska fluguknepparínum og heldur brúkar sína politisku orku til at loysa teir veruligu trupulleikarnar.
 
Magni Laksáfoss
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin