Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gróðurstøðin flutt í nýggjar hallir

BYGGING: Við tveimum nýggjum rakstarhallum eru hølisviðurskiftini hjá Gróðurstøðini í Hoydølum betri enn nakrantíð. Týsdagin verður hátíðarhald í sambandi við, at hallirnar eru lidnar og verða tiknar í nýtslu.

Í fjør vórðu gomlu rakstrarhallirnar á Gróðurstøðini í Hoydølum tiknar niður, tí tær vóru í so vánaligum standi. Hetta var í juni, og síðani fóru J&K Petersen, sum áttu lægsta boðið, undir at byggja.

Arbeiðið hevur gingið sera væl, og Gróðurstøðin er nú í ferð við at flyta inn í nýggju hallirnar, sum tilsamans eru 864 fermetrar til støddar. Víddin er tann sama, sum á gomlu hallunum, men tær nýggju eru hægri og tí munandi arbeiðsligari.

Í dag klokkan 15 verður hátíðarløta á Gróðurstøðini, har Petur Nielsen, stjóri á Umhvørvisstovuni, sum Gróðurstøðin hoyrir undir, bjóðar vælkomin.

Somuleiðis verður Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, hjástaddur og fer at siga nøkur orð.

Síðani fer Tróndur Leivsson, landsskógarvørður, at kunna um arbeiðið á Gróðurstøðini og plantusøluni.

Av Gróðrarstøðini verður sagt, at tey vitjandi kunnu ogna sær smáar plantupakkar heim við at seta niður og harvið bjóða tilstundandi várinum vælkomnum.

Fyritøkan El.fo hevur gjørt elarbeiðið, og samlanði kostnaðurin av arbeiðinum við nýggju hallunum er umleið 3,5 mió. krónur.