
Gróðurin og nøringin hjá djóraæti á Landgrunninum eru ikki byrjað enn
Jákup Sverri kannaði í tíðarskeiðinum 20.-27. apríl havfrøði, plantuæti og djóraæti á Landgrunninum. Hesa ársins tíð eru nógvar fiskalarvur í sjónum og umráðandi er, at tær megna at finna føði. Kanningarnar vístu, at enn var gróðurin ikki komin í sjógvin og djóraætið gýtti sera lítið. Tíðin má vísa, um, ella í hvønn mun, tað ávirkar yvirlivilsið hjá fiskalarvunum.
Túrfrágreiðingin kann lesast her.