
Grindin vestan fyri Føroyar
Grindin, ið var merkt í Vestmanna í november í fjør, er nú komin 70 fjórðingar í ein útnyring úr Føroyum. Eftir at grindin vendi suðuri á 54 breiddarstigum, ferðaðist hon beina kós norður aftur í Bankarennuna, har hon hevur ferðast nakað í sjálvari rennuni.
Seinastu dagarnar hevur hon so ferðast longur norður, og er fyri fyrstu ferð, síðan hon var merkt fyri 221 døgum síðan, norðarlagari enn oyggjarnar.
Bjarni Mikkelsen ( bjarnim@hav.fo)