Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Grindin slapp, men tvey Shea Sheperd fólk eru tikin

Í morgun kl. 0651 varð boðað frá grind í Kallsoyarfirði. Bátar vóru hjá grindini ein góðan hálvan tíma aftaná fráboðanina.

Tíðindarskriv í samband við grindina í Kalsoyarfirði

Bátarnir mistu grindina úr eygsjón, og kl. 0925 varð staðfest at grindin var sloppin. Í samband við raksturin er hald lagt á ein bát hjá Sea Sheperd og tvey fólk eru handtikin.

Fólkini, ein maður og ein kvinna eru ávíkavist 31 og 40 ára gomul.

Fólkini verða afturhildin inn til støða er tikin til, um ákæra skal reisast ímóti teimum fyri brot á grindalógina.

Nærri boð kunnu væntast seinnapartin.

Politiið hevur ikki aðrar viðmerkingar í løtuni.