Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Grindin flytur seg

Merkta grindin úr Vestmanna, sum fyrsta mánaðin lá rættuliga støðuføst suður av Føroyabanka, er nú farin í ein útsynning, úr føroyskum sjógvi. Hon fór fyrst suður móti Rosemary-bankanum, og vendi síðan í ein beinan vestan, og er nú suður av Ytstabanka. 

Merkta grindin úr Bø, ið lá vestur av Flemish Kap, sendir ikki meira. Seinasti sendarin sløknaði 7. desember, eftir at hava sent í 185 dagar. Hetta er tað næst longsta sambandið, ið hevur verið við eina merkta grind.

 Bjarni Mikkelsen ( bjarnim@hav.fo)