Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Grindin farin nakað úr landi

8. oktober 2012 Fylgisveina grindin hevur, síðan hon var merkt seinasta týsdag, ferðast millum oyggjarnar. Tveir dagar eftir merkingina var hon komin norður í Sundalagið, har hon støðaðist í tveir dagar. Náttina til sunnudag hevði grindin so flutt seg inn á Skálafjørðin. Hon var um morgnunum sædd innarliga á fjørðinum, og ferðaðist út eftir. Tá hon kom út móti Saltnes grynnuni steðgaði hon á. Tá var avrátt at royna at reka hana út av fjørðinum. Hetta hepnaðist, og var hon síðan rikin nakað eystur um Nólsoynna.

Grindin hevur síðan í gjár hildið kós í ein landsynning, og er hon nú komin út móti Sandoyarbanka, áleið 50 fjórðingar úr landi (týsdag kann staðfestast um eini hvalurin møguliga er við Fugloynna). Meðan grindin hevur verið millum oyggjarnar, hevur verið møguligt við móttakara at staðfest at allir seks sendarar senda sum teir skulu. Grindin hevur stundum verið mett at verða nakað størri enn uppruna grindin, ið var merkt í Vági. Men Náttúrugripasavnið hevur staðfest, eftir at hava eygleitt grindina í Nólsoyarfirði, Sundalagnum og á Skálafirði, at tað enn er sami uppruna bólkur, ið telur áleið 30 hval.

Størri kort sæst her:

http://www.ngs.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2fngs%2ftidindi%2fOkt12%2fMap-2012-10-08.jpg