Grindin aftur í føroyskum sjógvi
Merkta grindin úr Vestmanna er enn tætt við Føroyar. Grindin hevur í eina tíð ferðast í økinum suður av Ytstabanka, men er nú farin vestur um bankan, út í hellingina, og hevur síðan ferðast nakað norðureftir.
Grindin liggur í løtuni beint við sjómarkið, 200 fjórðingar í ein útsynning úr Føroyum.
Bjarni Mikkelsen ( bjarnim@hav.fo)