Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Grindahvalir svumu út av Vágsfirði við fylgisveina-sendarum

5. oktober 2012 Týsdagin 2. oktober merkti Náttúrugripasavnið seks hvalir við fylgisveina-sendarum á Vágsfirði. Vágbingar høvdu um morgunin funnið eina lítla grind á umleið 30 hval, ið var rikin inn á Vág. Í samráð við sýslumannin var avgjørt at Náttúrugripasavnið skuldi merkja grindina, og hon var tí goymd á fjørðinum til út á seinnapartin, tá hon var merkt.

Móti skýming var grindin rikin út av fjørðinum aftur, eftir at tað hevði gingið gott at reka á land og merkja, men nakað striltið at reka út aftur. Morgunin eftir merkingina var grindin komin í Nólsoyarfjørð, og annan dagin eftir hevði hon svomið norður í Sundalagið.

Endamálið við merkingini er at kanna ferðing og útbreiðslu, umframt kavingarmynstur, hjá grindahvali. Náttúrugripasavnið hevur ynski um at fylgja grindahvalinum minst eitt hálvt ár, men higartil hava sendararnir vart væl styttri. Tvær broytingar eru gjørdar hesaferð: tríggir sendarar frá øðrum framleiðara verða nýttir og tríggir av gomlu sendaranum hava fingið broytt sniðið, soleiðis at antenna ikki er sjónlig. Tríggir av sendaranum máta kavingarmynstur hjá hvalunum.

Náttúrugripasavnið takkar sýslumanninum, grindaformonnum, øllum, sum rætti eina hjálpandi hond, bæði ungum sum gomlum, umframt øllum vágbingum og suðuroyingum yvirhøvur, fyri at tað var møguligt at merkja grindina

Til ber at fylgja hvalunum á www.ngs.fo.