Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

GRINDADRÁP: Fyribyrgjan av fráboðaðum ólógligum virksemi

Røða hildin í Løgtinginum tann 24. september 2014:

Lógarásett fyribyrgjan

Á tingfundi mikudagin 24. september 2051 var til 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 4/2014: Uppskot til samtyktar um tilbúgving, átøk og lóggávu at fyribyrgja fráboðaðum ólógligum virksemi í Føroyum. Málið varð beint í Rættarnevndina.

Til viðgerðar var uppskot til samtyktar frá Tjóðveldinum um tilbúgving, átøk og lóggávu at fyribyrgja fráboðaðum ólógligum virksemi í Føroyum.

Hartil verður heitt á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið eina frágreiðing um, hvussu tryggjast kann ein støðug upplýsing mótvegis altjóða samfelagnum um avleiðingarnar av ólógligum virksemi og grundgevingar fyri átøkum hjá føroyskum myndugleikum.

Søguligt um grindadráp

Vit kunnu røða og kjakast í drúgva tíð, tá tað kemur til týdningin, ið grind ella grindadráp og hvalaveiða hevur havt fyri tað føroyska samfelagið.

Ja, heilt aftur til víkingatíðina hava vit havt fyri neyðini at gera brúk av hesum náttúrugivnað tilfeingi, sum skaparin hevur givið okkum.

Vit kunnu lesa um samfelagsliga týdningin av at drepa grind ella at veiða hval fyri tað føroyska samfelagið, tá útróðurin sveik. Ja, høvdu fólkið ikki fingið nóg mikið av grind og tvøsti, var hungursneyð ella deyðin í durðinum. Alt hetta kunnu vit hugleiða um í dag, í einum øðrvísi týdningi.

Týdningurin í dag av grindakaggum ella lykkjum undir hjallinum hevur ikki sama týdning í dag, sum tað hevði í farnu øld, men hesin spurningur er uttan týdning, tá talan er um rættin at drepa grind.

So leingi vit meina, at tað hevur týdning fyri okkum at gera brúk av hesum tilfeingi, alt eftir tørvinum, og at vit út frá einum burðadyggum sjónarmiði, kunnu verja grindadráp, so er tað okkara val.

Men hóast vit bæði í nútíðar og søguligum týdningi kunnu vísa á, hvønn týdning grindadráp hevur havt, og hevur fyri tað føroyska samfelagið, so hevur mótstøðan frá útlendskum felagsskapum og persónum verið stór tey seinastu árini, um at steðga grindadrápi.

Grundgevingarnar eru ivaleyst fleiri. Vit hava ikki fyri neyðini longur at drepa grind. Grindadráp er ógvusligt og barbariskt, og hoyrir ikki einum nútíðarsamfelag til, er ikki fólkaføði o.a. Viðmerkjast kann, at mátin at avlíva hval uppá er ein heilt annar í dag enn fyri nøkrum árum síðani.

Mótmælisfelagsskapir í Føroyum

Seinastu mánaðirnar ella í alt summar hava fólk ella felagsskapur verið í Føroyum við tí endamáli at forða okkum í at drepa grind.

Hesi fólk hava valt nøkur øki út, hvar møguleikin fyri grindadrápi er størstur. Tað kundi verið áhugavert at fingi teirra erligu niðurstøðu um átakið.

At sita í 5 mánaðir uttan fyri Bø (Stelkaskorðum) og kyka eftir postbátinum, ið ferð til Mykinesar ella alubátum, sum fóðra. Ella at sita uppi á Sandvíkarhjálla og kyka eftir Nólsoynni og borðipallinum inni á Skálafjørðinum. Tað skal góður hugur til.

Eina ella aðrastaðni nokti eg at trúgva, at hesi fólk koma aftur í hesum ørindum. Hesa árstíðina hava tey upplivað okkara oyggjar frá tí vakrastu síðuni, og rokni eg við, at eftir í minni teirra stendur vakurleikin av okkara oyggjum fremri enn nakað annað. Tað er so mín persónligi pástandur. Og skal standa fyri mína rokning.

Ì hesum tíðarskeiði hevur grind verið hildin til, og hava hesi fólk roynt at forða fyri hesum, men løgreglan hevur uttan stórvegis trupulleikar tikið sær av hesari uppgávu. Longri er tann søgan inntil víðari ikki.

Fyriliggjandi uppskot um løgtingssamtykt

Fyri at koma til sjálvt uppskotið, sum inniheldur eina áheitan á landsstýrið um at koma við lógarbroytingum, sum forða hesum fólkum ella felagsskapum at koma til landið, og at landsstýrið kemur við eini frágreiðing ella eftirmeting er at siga. Um vit byrja við seinra fyrst:

Eg ivist ikki í, at tá átakið hjá hesum ítøkiliga felagsskapi er liðugt, og hesi fólk eru farin hvør til sítt, kemur ein eftirmeting frá landstýrinum - og tað vóni eg.

Men at koma við einari eftirmeting ella frágreiðing, áðrenn átakið hjá hesum ávísa felagsskapi er liðugt, gevur onga meining.

Til spurningin um, at forða hesum fólkum at koma til landið:

Eftir uppskotinum til samtyktar frá Tjóðveldi eigur at verða lóggivið soleiðis, at tað kann fyribyrgjast, at útlendingar, sum t.d. umboðini fyri Sea Sheaperd, ið hava sum fráboðað endamál at fremja ólógligt virksemi ella at hótta lóglig rættindi í Føroyum, kunnu koma til landið ella kunnu útinna fyrireikingar til tílíkt virksemi í Føroyum.

Skal lóggevast um hatta, verður talan um lóggávu á útlendingaøkinum og møguliga eisini á revsirættarøkinum, og hesi málsøki eru ikki yvirtikin.

Verður uppskotið samtykt, má landsstýrið taka upp samband við donsku myndugleikarnar um málið.

Spurningurin er um hetta er skilagott. Førast kann fram m.a.:

- At vit longu hava reglur í útlendingalógini um útvísing og um at forða fólki at koma inn í landið.

- At ein víttgangandi lóggáva gevur Sea Sheaperd meira umtalu og reklamu, sum m.a. er endamálið við herðferð teirra

- At tað er lítið samband millum tann ampa og teir samfelagsligu trupulleikar, sum herferð teirra skapar, og víttgangandi inntriv í rættin at koma inn í landið.

Í viðmerkingunum til uppskotið stendur:

”Í øðrum londum, sum vit vanliga samanbera okkum við, eru hóttanir um ólógligt virksemi hjá einstaklingum og felagsskapum – og ikki minst innflutningur av fólki og útgerð, ið skulu útinna slíkt virksemi – undir neyvum eftirliti og fyribyrging. Eitt nú loyvir Ísland als ikki umboðum fyri Sea Sheapard at koma til landið við fráboðaðum ørindum um at forða og leggja seg út í hvalaveiðu”. Hvalaveiða og grindadráp er hvør sítt.

  Tað eigur her at kannast nærri, eitt nú gjøgnum sendistovuna í Islandi ella íslendsku sendistovuna her, um hatta er so.

Tað er ein veik mentan, sum noyðist at lóggeva og seta forboð, bara onkur kritiserar okkum. Eitt tekin um, at vit ikki duga nóg væl at selja okkum globalt í sambandi við grindadráp, men í allari neyðini byrgja okkum inni. Hvat verður tað næsta at lóggeva um í panikk?

Undir núverandi støðu, og sum átakið hevur útviklað seg, vinna vit mest við at argumentera fyri okkara sjónarmiðum, veita dygdargóða kunning og samskifta rætt við umverðina.

Sambandsflokkurin tekur ikki undir í fyrsta umfari at gera eina lóggávu, sum altjóða samfelagið vil kritisera okkum nógv fyri og sum kann virka ódemokratisk.

Lat okkum sláa kalt vatn í blóðið og heldur kjakast um hetta mál, heldur enn at taka ein forhastaða støðu. Tað hevur Sambandsflokkurin ongan trupulleika av.

Hetta merkir tó ikki, at flokkurin tekur undir við at steðga grindadrápi – tvørturímóti skulu vit halda fram innan skipaðar karmar og til eina hvørja tíð kunna greiða umverðini frá, hvussu hetta verður gjørt.

Um átøk frá altjóða djóraverndarfelagsskapum í framtíðini verða av slíkum ógvusligum slag, at vit ikki kunnu liva við teimum, ja so fyriliggur ein nýggj støða.

Eivin H. Jacobsen

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin