Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Arkivmynd

Grind deyð í Hvannasundi

Í morgun kl. 07:31 bleiv ein lítil grind funnin í Svínoyarfirði. Avgjørt bleiv at reka grindina til Hvannasund, har 25-30 hvalir løgdu beinini kl. 09:18.

Politiið var á staðnum og alt gekk friðarliga fyri seg. Nøkur fá umboð frá Sea Shepherd vóru á staðnum, men tey uppførdu seg fyrimyndarligt og aktaðu boðunum frá politinum um ikke at blanda seg uppí grinddrápið.

Politiið hevur aðrar upplýsningar í málinum, sigur pressutalsmaðurin, Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur.