Grind deyð í Havn
Í gjárkvøldið kl. 21:52 fekk politiið fráboðan um eina grind í Nólsoyarfirði. Tað vóru fólk á landi í Nólsoy, ið høvdu sæð grindina.Sýslumaðurin tók avgerð um at grindin skuldi rekast inn í Sandagerð.
Grindin bleiv hildin til í Sandagerði og kl. 23:40 vár grindin deyð. Umleið 130 hvalir løgdu beinini.
Ein limur frá Sea Shepherd - ein 23 ára gamal maður - blev handtikin á sandinum í samband við drápið. Hann er skuldsettur fyri brot á grindalógina, varð upplýst av politistøðini.
-----
Havnar kommuna bar í morgun hesi tíðindi:
Grindin er merkt, og seðlarnir komu út á Vestaru bryggju klokkan átta í morgun.
142 hval løgdu beinini í Sandágerði í gjárkvøldið, var staðfest aftaná uppteljing. Teir eru tilsamans 1009 skinn. Grindin varð býtt í drápspartar. Oman fyri 1100 fólk og 150 bátar tóku lut í drápinum.