Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

GRETA DEILUR LIVE VIDEOLAG TIL SEINASTA STAKLAGIÐ, “BREATHE”

Greta útgav í síðstu viku staklagið “Breathe”, sum er ein vøgguvísa, ein dreymasangur, eitt ‘góðanátt’ við onkran sum er farin. Í hesum sambandi hevur hon í dag deilt eitt videolag, sum er sett til eina live upptøku av sanginum, upptikið í sovikamarinum, við føroyska landslagnum í bakgrundini.

Ljóðupptøkan er sum sangurin upprunaliga varð skrivaður, bert við gittar og rødd, uttan nøkur eyka instrumentir ella eftirviðgerð. Við hesari einkultu upptøkuni vildi Greta skapa eitt video sum endurspeglar eina dreymakenslu. Hendan kenslan, og týdningurin av sanginum, tekur okkum á eina surrealistiska ferð í tí stórfingnu føroysku natúruni.

Sí live video her


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=kfx33EhxGJs]