Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Greitt sjálvmál av Fíggjarmálaráðharranum

Í kjakinum aftaná Degi og Viku í gjárskvøldið var ein ikki bilsin, at Fíggjarmálaráðharrin helt lítið lítið um hugskotið hjá formanni Javnaðarflokksinsum, at seta ansingargjaldið í barnagørðum niður í helvt. Hinvegin so var útspælið frá J.N. í samband við ansingargjaldið ikki sørt skelkandi. Hugsaði, at hetta kundi hann ikki meina. Sjálvur Fíggjarmálaráðharrin í almennum fjølmiðli leggur upp til at vit í árinum 2015 við hægsta hákonjukturi og lægsta arbeiðsloysi, skulu lóggeva føroysku kvinnuna aftur í kjøtgryturnar, líkasum kvinnurnar í muslimsku londunum. Tí sambært honum var loysnin, at peningurin fyri barnaansingina skuldi fylgja barninum, soleiðis at kvinnurnar kunna fara av aftur arbeiðsmarknaðinum, og passa børnini. 

So sambært hesi nýhugsan Fólkaflokksins, so mega øll virkir innan alivinnuna, og annars øll onnur virkir, eins og stovnar hjá tí almenna og kommunum gerða seg til reiðar, at innflyta kvinnuliga arbeiðsmegi.

Men tá neyðin er størst, er hjálpin nær. Tí meðan kvinnurnar sambært Fíggjarmálaráðharranum renna heim av virkjum og stovnum, at passa børn, so er ikki neyðugt við pedagogum o.ø. til at ansa børnunum. Og hvat skulu vit nýta barnagarðar til, tá Fólkaflokkurin kemur at lóggeva kvinnurnar burtur av arbeiðsmarknaðinum, til at ansa sinum børnum.

Kanska loysnin hjá Fólkaflokkinum verður, at teir arbeiðsleysu pedagogarnir koma at nøkta nakað av tí tørvi á arbeiðsmegi ið virkir og stovnar hava brúk fyri fram yvur.Men einki er sum sagt so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Tí við hesum Fólkaflokkspolitikki, kemur ein rúgva av nossiligum barnagørðum at standa tómir. Sostatt fáa vit tvær flugir fyri ein smekk. Tí sum øll vita, so er stórur tørvur av Ellis og Røktarheimum. So tað næsta verður kanska, at Fólkaflokkurin kemur at lóggeva, at barnagarðarnir verða umbygdir til Ellis- og Røktarheim.

Miðskeiðis í fyrrsunum var eitt løgtingsumboð í fjølmiðlunum, har hesin gjørdi vart við, at um landið fór at byggja barnagarðar vildi tað verða ein sonn ólukka fyri okkara samfelag. Nú hevur so Fólkaflokkurin 30 ár aftaná tikið hesa profeti til sín, sambært formanni Fólkaflokksins í orðaskiftinum í gjárskvøldið, aftaná Degi og Viku.

Frank Davidsen