Grein um Atlantssjógv í føroyskum øki
Nýggj grein um broytingar í Atlantssjógvi í føroyskum øki er góðkend og on-line í tíðarritinum ICES Journal of Marine Science. Heitið á greinini er Atlantic water in the Faroe area: sources and variability og viðger greinin hita- og saltbroytingar í Atlantssjógvi á okkara leiðum og hvaðani broytingarnar stava.
Stuttur samandráttur av greinini Atlantssjógvur í føroyskum øki: uppruni og broytingar.
Rákið av Atlantssjógvi úr Norðuratlantshavi inn í Norðurhøv er sera týdningarmikið fyri umhvørvið og lívfrøðiliga tilfeingið á okkara leiðum og norðanfyri, tí hetta rák førir við sær hita, salt o.a. Ein stórur partur av hesum sjógvi fer gjøgnum føroyskt sjóøki, bæði norðan fyri og sunnan fyri Føroyar. Broytingar í hesum sjógvi kunnu bæði stava frá, at upprunakeldan til Atlantssjógvin broytist, men eisini, at broytingar henda á leiðini vegna køling frá luftini, og at annar sjógvur blandast upp í Atlantssjógvin.
Síðan 1987 hevur Havstovan regluliga gjørt mátingar eftir 4 standardskurðum út frá Føroyum fyri at fylgja gongdini í umhvørvinum. Hesar mátingar vísa, at bæði hiti og salt eru økt síðan miðskeiðis í 1990unum og hetta samsvarar við onnur úrslit, sum vísa, at hendan gongdin stavar frá gongdini í stór-skala rákinum í Norðuratlantshavi.
Umframt hesa langtíðarbroyting eru eisini ymsar broytingar í styttri tíðarskeið. Saltinnihaldið í føroyskum øki var methøgt veturin 2009/10, og hetta stavar helst frá, at tann parturin av kelduni til Atlantssjógv, ið stavar úr Biscayavíkini, hevði óvanliga høgt saltinnihald nøkur ár frammanundan.
Hinvegin hevur hitin í føroyskum øki verið rættuliga støðugur seinastu 5-8 árini, tó at hitin í Atlantssjógvi longri suðuri (á Rockallleiðini) minkaði í sama tíðarskeiði, til 2010. Hesin munur tykist stava frá, at broytingar hava verið í atmosferuni, so at kølingin av Atlantssjógvi í Rockalløkinum var minni enn vanligt hesi árini.
Men broytingar henda eisini í føroyskum øki, og bæði hiti og saltinnihald minka munandi, frá tí at Atlantssjógvurin er vestan fyri Føroyar, og til hann er farin tvørtur um Íslandsryggin. Tó stavar bert ein lítil partur av hesi broyting frá atmosferuni – restin stavar frá, at kaldari og feskari sjógvur norðaneftir verður blandaður uppí Atlantssjógvin.
Harafturat vísa streymmátingar av Føroyastreyminum norðanfyri, at tá hesin streymur er veikur, tá minka hitin og salt-innihaldið meiri enn vanligt.
Enska heitið og abstract eru endurgivin her:
http://www.hav.fo/PDF/Ritgerdir/2012/Foroyskur_samandrattur_vika16.pdf
Meiri alment er at lesa um rákið av Atlantssjógvi her:
http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=8&Itemid=203