Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tað var her, at Karl Martin Andreasen og konan, upplivdu, at teir báðir menninir, annar eyðmerktur, sum Milan Kolovrat, sum bleiv dømdur, komu við rúkandi ferð niðaneftir, fyri knappliga at venda omanaftur, tí teir heilt víst ikki vildu møta Emil Sólsker, sum var komin framá teir. Nú var panikkur komin í...

Grein: Panikkur avdúkaði sporini av Pidda-morðinum

Tað er onki at ivast í, at panikkur var í teimum báðum persónunum, sum vóru sæddir uppi á vatni, mánadagin 7. November 2011, tá teir við fullari ferð í leigubilinum frá 62 Norður, komu niðanaftur á byrgingina á Eiði. Teir báðir menninir høvdu tá verið vestaru megin, har tunnilin gongur út sunnan fyri Eiðisbygd, men líkið av Pidda var helst ongastaðnar at síggja. Okkurt var gingið galið, og tí máttu teir niðanaftur at kanna um líkið hekk fast í tunnlinum, og tí ikki var komið vesturum.

Grein úr pdf-útgávuni hjá Oyggjatíðindum, fríggjadagin, 17. Oktober 2014:

Í blaðnum 10. Oktober 2014, skrivaðu vit hvat, Emil Sólsker, eiðismaður, hevði upplivað, suðuri á vatni, mánadagin 7. November 2011. Í hansara verð var ongin ivi, tá veruleikin vísti seg aftaná 17. November 2011. Hann var komin framá tveir persónar, sum júst tá høvdu tveitt líkið av Pidda niður í tunnilin, sum tekur yvirflatuvatnið, ið kemur útaftur vestarumegin.

Hann hevur síðani lýst málið, og nakað, sum tyngir hann rættiliga nógv er, at teknisku serfrøðingarnir hjá ferðaliðnum, ikki hava kannað sporini av sýru, sum tað vísti seg, var stoytt omaná líkið, og tí eisini náttúrliga markaði vøllin alla staðnar, byrðan var løgd, og tikin uppaftur, fyri síðani at verða tveitt í brunnin við byrgingina.

Tá Emil Sólsker, kemur niðan til brunnin, sær hann leigubilin við baklúkuni opnari, og tveir persónar í skundi koma niðan á, millum steinarnar, klamsa baklúkuna aftur, og koyra avstað, venda og koyra so framvið Emil, og vekk eru teir.

Í greinini seinasta fríggjadag, fáa vit at vita frá Emil Sólsker, at tað ikki var nakað annað óvanligt at leggja merki til júst tá. Hann tók myndir niður í brunnin, tí hann í útvarpinum hevði hoyrt, at SEV segði seg framleiða 60 prosent av grønari orku. Ikki fyrr enn 17. November 2011, gerst støðan áhugaverd og forvitnislig fyri Emil Sólsker. Tá koma tíðindini um, at “Piddi” er saknaður, og at fólk hava leitað eftir honum síðani fyrst í november.

Tað var skjótt, at eiðismaðurin kom í tankar um, at tað, sum hendi mánadagin 7. November 2011, gott kundi hava nakað at gera við Dánjal Petur Hansen, vanliga nevndur Piddi.

Men tá kemur Emil Sólsker, eisini í tankar um bygdamannin, Karl Martin Andreasen, sum saman við konuni, var suðuri á vatni sama seinnapartin, mánadagin 7. November 2011.

Emil tosaði við Karl Martin, við hetta høvi, mestsum um leyst og fast.

Tað, sum er sera áhugavert er, at hesir báðir menninir rýma í skundi tá Emil Sólsker kemur framá teir. Nakað væl aftaná hette sama dag, eru Karl Martin Andreasen, og konan beint niðanfyri byrgingina, har upprunaliga áin rann, og bygd er eitt reytt pumpu-hús, sum til tíðir, spýtir vatn út.

Aftaná hetta, tá hendingin er sett í samband við “Pidda”, er staðfest, at hjúnuni hava eyðmerkt tann eina persónin í bilinum til at vera Milan Kolovrat, sum bleiv dømdur 14 ára fongsul fyri drápið av Pidda.

Hendan mánadagin 7. November 2011, minnast hjúnuni væl aftur á. Aftaná at Emil hevði sæð mennirnar koyra omanaftur frá byrgingini, koma teir niðanaftur við sjógv á baki. Tað var ongin ivi um, at teir høvdu skund í leigubilinum frá 62 Norður, hevur Karl Martin váttað – eisini fyri løgregluni.

Menninir høvdu tá verið vestaru megin, har tunnilin gongur út sunnan fyri Eiðisbygd, men helst hava teir ikki fingið eyga á líkið av Pidda, og so er panikkur komin í teir.

Okkurt var gingið galið, og tí máttu teir niðanaftur at kanna umstøðurnar; kanska líkið hekk fast í tunnlinum, og ikki kundi koma víðari, ella okkurt annað kundi eisini vera hent. Men ikki høvdu teir koyrt langt niðan á byrgingina, fyrr enn teir vendu aftur, og fóru so við fullari ferð omanaftur.

Fyri Karl Martin og konuna virkaði hetta sera løgið.

Tað er onki at ivast í, at nú brendi tampurin. Fyrst høvdu menninir í leigubilinum, møtt Karl Martini og konuni, og nú komu teir so eisini í tankar um, at har kom ein annar persónur framá teir, tá ið teir høvdu tveitt Pidda niður í brunnin, sum gott kundi vera har enn.

Tað var sjálvandi Emil Sólsker. Við so nógvum vitnum á byrgingini valdu teir at venda og rýma:

Panikkur avdúkaði sporini av Pidda-morðinum.

------------

Fleiri greinar í pdf-blaðnum í morgin...