Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Grein í Ocean Science: Nýggj vitan um Sundalagið

Gransking: Nýggj gransking vísir, hvussu sjóvarfalsfiðurskiftini í Sundalagnum Norður ikki skikka sær heilt sum væntað. Hetta hevur Sissal Vágsheyg Erenbjerg, granskari á Fiskaaling, staðfest og givið út í vísindaligari grein í Ocean Science, saman við granskarum í Føroyum, Danmark og Noregi.

Heitið á vísindagreinini er: A tidally driven fjord-like strait close to an amphidromic region.

Hendan greinin er heilt serstøk, av tí at ein av niðurstøðunum er, at Sundalagið Norður hevur eitt heilt serligt fyribrigdi! Sjóvarfallið uppførir seg so serligt, at tað virkar sum eitt slag av kontakt, sum ger, at Sundalagið Norður annaðhvørt uppførir seg sum ein gáttafjørður og annaðhvørt sum eitt sund, sigur Sissal Vágsheyg Erenbjerg.

Hesi viðurskiftini hava stóran týdning fyri, hvussu vatnið í Sundalagnum verður útskift. Granskarar vita ikki um nakað annað sund í heiminum, sum hevur júst henda serstaka eginleikan.

Orsøkin til hetta fyribrigdið er, at Tórshavn verður roknað at liggja mitt í einum amphidronum øki í Norðuratlantshavinum. Hetta merkir, at sera lítil munur er á sjóvarfallinum í hesum økinum.

Les meira um granskingina her.

Viðhøvundar eru Dr. Jon Albretsen, Dr. Knud Simonsen, Erna Lava Olsen, MSc, Eigil Kaas, professari, og Bogi Hansen, professari. Mowi, Statoil og Granskingarráðið stuðlaðu verkætlanini.