Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Greiðari skipan á eldraøkinum til frama fyri tey eldru

Felags upptøkunevndir og brúkararáð skulu tryggja teimum eldru, ið hava tørv á røkt, eina betri tænastu á røktarheimum og sambýlum. Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur í dag sent kunngerð um røktarheim og eldrasambýli til hoyringar.

Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur avgjørt at seta í gildi kunngerð fyri at fáa meira skipaði viðurskifti á røktarheimum og sambýlum.

Í kunngerðini, sum nú er farin til hoyringar, verða skipaðar seks upptøkunevndir til heimini, eitt fyri hvørt øki í eldrarøktini. Samstundis skal hvørt røktarheim og sambýli hava eitt brúkararáð, sum skal tryggja gott samstarv millum búfólk, avvarðandi, heimið og kommunurnar.

Brúkararáðið kann skipa fyri tiltøkum, sum kunnu gera gerandisdagin hjá búfólkunum meira virknan bæði á stovninum og í lokala felagslívinum. Ráðið verður mannað við einum búfólki, einum umboði fyri avvarðandi hjá búfólkunum, einum starvsfólki og einum umboði fyri kommununa.

Felags upptøkunevndir

Ætlanin hjá landsstýriskvinnuni er, at tað frameftir verður ein felags upptøkunevnd skipað fyri hvørt øki undir heimatænastuni, sum tekur avgerð um upptøku á røktarheimi og eldrasambýli. Í dag hevur Almannaverkið, sum rindar raksturin á heimunum, ilt við at fáa samskipað røktina til okkara eldru.

Við at savna og samskipa upptøkuna verður gjøgnumskygni í skipanini størri og greiðari mannagongdir styrkja eisini um rættartrygdina hjá teimum eldru. Umframt at greiða viðurskiftini kring upptøkuna til búpláss innan eldrarøktina, er málið við kunngerðini at gera raksturin innan eldrarøktina meira skynsaman og at styrkja fakliga grundarlagið fyri upptøkunum.

Fyri tey eldru merkir nýggja felags upptøkan, at tað frameftir bert verður ein inngongd til búplássini í hvørjum øki. Harvið slepst undan at standa á fleiri bíðilistum, tá tørvur er á einum sambýlis- ella røktarheimsplássi.

Ein liður í at leggja eldraøkið til kommunurnar at umsita

Ógreiðu skipanarligu viðurskiftini á eldraøkinum hava í longri tíð elvt til høvuðbrýggj hjá bæði landsmyndugleikum og í kommununum. Í tilmælinum til eldrapolitikk, sum tvørfaklig nevnd handaði landsstýriskvinnuni í januar, verður tað nevnt sum fyritreyt fyri øktari menning á eldraøkinum , at greiða verður fingin á myndugleikaviðurskiftunum. Somuleiðis hava kommunurnar eftirlýst bygnaðarligar broytingar innan eldrarøktina, áðrenn økið verður lagt undir kommunalan myndugleika.

Kunngerðin um røktarheim og eldrasambýli er ein liður í at skapa eina einsháttaða, greiðari og meira gjøgnumskygda eldrarøkt og skal hetta síggjast sum ein partur av fyrireikingini at leggja eldraøkið til kommunurnar at umsita.