Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Randarhúsini Inni á Gøtu í Hoyvík hava mangan verið tikin fram sum dømi um væl eydnaða byggilist, ið eisini virðir landslagið.

Greiðari mál fyri byggilist

UMHVØRVI: Landsverk er nú farið undir at fyrireika og formfesta ein byggilistapolitikk, ið skal nýtast sum stevnumið og leiðbeining fyri alt, sum framyvir verður bygt í Føroyum.

Eitthvørt framkomið samfelag eigur at hava ein formfestan byggilistapolitikk. Tí tekur Landsverk nú stig til at orða ein ein slíkan politikk, sum verður gjørdur við virðing fyri bæði tí arvi og siðaarvi, ið vit sum land eiga.

Byggilist hevur nærum til allar tíðir verið eitt evni, sum hevur havt stóran áhuga og elvt til nógv kjak millum fólk. Hetta tí, at tað vísir seg at hava stóra ávirkan og týdning fyri bæði fólkaheilsu og trivnaði.

Vit liva nærum alt okkara lív í manngjørdum umhvørvi. Tað hevur sostatt stóran týdning, hvussu væl ella minni væl til dømis ein bygningur, eitt grannalag ella okkara infrakervi verður skapað.

Harafturat hevur tað stóran týdning, á hvørjum støði góðskan á til dømis einum bygningi er, og hvussu hann tekur seg út í almenna rúminum. Ikki minst fyri tey, ið skulu húsast í bygninginum, ella sum á annan hátt gera nýtslu av honum.

Byggilist snýr seg sostatt ikki bert um einstakar bygningar ella verkløg, men í líka stóran mun um heildina av okkara umhvørvi, ið fevnir um heilar býir, bygdir, gøtur og rúm.

Betrar lívsgóðskuna

Byggilist verður ongantíð nakað, sum øll kunnu blíva samd um, og tað er heldur ikki endamálið. Tvørturímóti er sunt kjak við til at skumpa byggilistina framá. Tað er tó sera týdningarmikið at hava ein byggilistapolitikk, so tey, sum fáast við bygging ella eru við til at taka avgerðir á hesum øki, hava nakað at stýra eftir.

Allar royndir vísa, at væl eydnað og góð byggilist ríkar lívið hjá teimum, sum liva í slíkum umhvørvi, tí høg byggilistarlig góðska skapar vælvirkandi karmar um lív okkara og økir harvið um lívsgóðskuna.** Eisini ríkar góð byggilist eina tjóð, tí landið ella einstaki býurin gerast meira áhugaverd sum ferðamál. Harvið økir byggilistin um samfelagsligu inntøkurnar.

Byggiharri gongur á odda

Sum almennur byggiharri varðar Landsverk í stóran mun av almennum byggiuppgávum hjá landinum, og tí er neyðugt at hava ein byggilistarligan politikk, har endamál, virkisføri, útsjónd og góðska skulu ganga upp í eina hægri eind, tá bygging skal fremjast.

1. juli byrjaði Mikael Viderø sum nýggjur leiðari á byggideildini á Landsverki. Eitt av málum hansara er, at stovnurin sum førandi innan byggiøkið í Føroyum skal hava greiðar áskoðanir um bygging. Bæði tá tað snýr seg um byggilist sum heild, fagurfrøði, burðardygd og framtíðartrygging av tí, sum bygt verður.

- Landsverk skal vera fremsti ráðgevi innan alla almenna bygging. Tað er okkara ábyrgd at byggja upp eina skipan, sum kann lofta verandi bygningamongd og framtíðartryggja alla nýggja bygging í Føroyum. Eisini tá tað kemur til at tryggja, at bygningarnir verða fullgott umgingnir og røktir, sigur Mikael Viderø.

Hann vísir á, at onnur áhugaverd fokusøkir eru landsplanlegging, byggilógin, landsbyggireglugerð og tilvitað tilgongd til neyðugu inntrivini í náttúru í sambandi við verlagsverkætlanir.

Fakta

Hvat er byggilist?

Tað finnast nógvar allýsingar av hugtakinum “arkitekturur” ella “byggilist”, sum tað nevnist á føroyskum. Rómverjin Vitruvius orðaði umleið 20 ár fyri Kristi føðing elstu kendu lýsing av byggilist. Sambært honum er byggilist javnvágin millum nyttu, dygd og vakurleika. Ein nýnorsk orðabók lýsir byggilist soleiðis:

“Byggilist er vísund, ið snýr seg um planlegging og listarliga skapan av bygningsverkum, verkløgum og brúkslutum”. Sostatt snýr byggilist seg ikki bert um bygningar, og tað sum hartil hoyrir, men um nærum alt, sum er gjørt av mannahondum.