Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Myndina hevur Anton Højgaard tikið.

Gravgangur eftir kabarettini

Ikki kann sigast annað, enn at fólk hava tikið væl ímóti norðoyastevnukabarettini, Haugaard Pelagic, tí onkur sýning er longu útseld, og nú kemur enn ein eykasýning.

Longu fyri viku síðani var sýningin í kvøld klokkan 21 útseld, og tá bleiv ein sýning klokkan 18 sett til sølu. Men nú atgongumerkini eisini eru farin at ganga undan har og til í annaðkvøld klokkan 18, kemur nú ein eykasýning aftrat, sum verður í annaðkvøld klokkan 21. Fleiri eykasýningar verða ikki.

Í gjárkvøldið var fyrsta sýningin fyri mestsum fullsettari Badmintonhøll í Klaksvík, og fólk tóku sera væl ímóti undirhaldinum, ið fevnir um eina sera breiða viftu av øllum møguligum.

Showmenn, sum standa fyri tónleikinum í sambandi við kabarettina, fara í kvøld at spæla til dans í Badmintonhøllini í Klaksvík, har tað eisini er eydnast teimum at lokka Jacob Haugaard upp á pallin at syngja við.

– Vit eru ótrúliga fegin um góðu undirtøkuna, og at alt hevur gingið so væl, sigur Rudolf Joensen, formaður í Klaksvíkar Sjónleikarfelag.

Myndina hevur Anton Højgaard tikið.