Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Grát mítt elskaða land

Á 1. mai dags haldinum, sum hildin var á vaglinum, byrjaði eg mína røðu við yrking eftir Janus Djurhuus.

Várt land hevur fostra eitt ravnaslag, fegnast tað flýgur um nætur, brátt vaknaði mangur til beiskan dag, í ikki gav eftir tí gætur.

Henda yrking hevur ongantíð verði meiri beinrakin enn hon nú er. At teir borgarligu eru í holtur við at niðurlaða tað Føroyska samfelagið, er sjón fyri søgn.

Er vinnumálaráðharrin veruliga so lítið at sær komin, at hann tekur avgerð eftir útsøgn frá einum virki. Eg má siga, at eg øtist.

Er tað veruliga so galið her í samfelagnum at mann lurtar eftir eini reiðarafyritøku, sum er kend fyri at ganga uttanum allar føroyskar sáttmálar.

Eg má siga sum er, at eg hóast alt ikki trúði, at samfelagið var komið so langt út, sum tað eygsýniliga er. Við førda fiskivinnupolitikkinum er landsstýrið í ferð við, at avreiða føroysk arbeiðspláss afturfyri løtuvinning.

Thor

Ein áheitan á menninar aftanfyri P/F Thor: Er tað veruliga so, sum tit hótta við, nevniliga at steðga fiskarínum, haldi eg at tit skula gera tað, og lata aðrar sleppa framat.

Tey virðir tit fiska eru samfelagsins ogn, og sum tit hava fingið til láns. Eru tit ikki førir fyri at fylgja føroyskum sáttmálum, er best fyri samfelagið, at tit steðga tykkara virksemi. Tað kann ikki verða rætt, at tit fáa virðir frá landinum fyri einki, fyri síðani at brúka bíliga, ólógliga, arbeiðsmegi at fiska tey.

Hvør er tað sum skal ríkast upp?

Jógvan við Keldu

Sá eisini um dagarnar, viðmerkingar frá Jógvan við Keldu, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismanni hjá Fólkaflokkinum. Hann var týðiliga firtin um nakrar røðarar á vaglinum 1. mai.

Men sjálvandi Jógvan, tað vóru jú ikki teir/tey borgarligu, sum fingu rós, og hví skuldu teir/tey eisini tað?

Hygg rundan um teg Jógvan! Hygg hvat tínir politisku (fyri at brúka orðini hjá C.J.J) samsvíkar eru í gongd við? Nevniliga at sorla okkara kæra samfelag sundur.

Hygg eftir ójavnanum við flatskattinum, skatting av eftirløn við inngjald, sum við 99% sikkurheit verður skatta aftur við útgjald.

At fólkaflokslandstýrismaðurin, nú av sínum eintingum, skal javna skattastigan. Tey háløntu ikki rinda í ALS, himmalhøgar skattafríar upphæddir til tínar samsvíkar, (politikarar) fulla tænastumannapensjón, sum fimti ára gamlir - og so víðari.

Nei Jógvan, fái meg illa at trúgva, at tú meinar, at hettar er rætt.

Mafian á Sisilia hevði nokk rodna av skomm, um teir vistu, hvussu tað gongur fyri seg í okkara kæra landi. Tú sigur eisini, at um Jensen, Nielsen, Person og onnur á hesum bógvi skula leggja støðið, eru Føroyar illa farnar.

Vell, tað er so tín meining. Men Føroyar eru nógvar ferðir verri farnar við teimum, sum nú leggja støði, nevniliga tínum samsvíkum.

Væl veit eg, at vinnulívsmenn sum Kjølbro, Hansen, Mortensen, Rasmussen, Jacobsen og aðrir hava verðið úrmælingar á sínum øki og brotið upp úr nýggjum. Men hesir vinnulívsmenn vóru einki, eg endurtaki einki, um ikki teir høvdu haft raskar og fúsar skilamenn afturat sar, fyri at seta ting ígongd og at útføra tey, landi og fólki at frama.

Men tykkum so líkt eru tað bert trúgvir Fólkaflokksvinnulívsmenn, sum eiga heiðurin fyri framgongd.

At fólkið rímur av landinum er sjón fyri søgn. Um ikki tú sært tað er tú baði blindur, deyvur og tað sum verri er. Fólk eru snøgt sagt, hamrandi troytt av hesum vina- og kenningapolitikkinum, manipulasjónini, og einari korumperaðari politiskari skipan, sum vit eru vitni til.

Men at niðurgera høvuðsstaðin er tíverri ikki eitt ókent fyribrigdi fyri lokalpatriotar, sum J.v.K. og aðrir við - tað hava tit altíð verðið garantar fyri. Kundi hugsa mær einaferð at sæð uppgerð yvir, hvussu nógv av okkara fiskiríkidømi, og almennum størvum endar í Klaksvík, og harvið í lokala kommunukassanum. Ikki tí tað er tykkum val unt, “søtur ein sjálvgivin biti” søgdu teir gomlu. Eitt liggur so rimmarfast, tit byggja ikki land, við at niðurlaða føroyska høvuðsstaðin.

Miðflokkurin

Tann stóra yvirskriftin í dag er annars, at Miðflokkurin verður verandi í samgonguni. Uha uha, so vita vit eisini tað. Man tað vera nakað mansbarn, sum ivaðist í tí ? Til Jenis kunnu vit stutt siga; tínar undanførslur fyri at vera innanfyri kanst tú halda fyri teg sjálvan. Somuleiðis tíni krokodillutár fyri teimum ósosialu avgerðunum, sum tú ert garantur fyri á løgtingi.

Har var Mammon nokk tann sterkari faktorurin.

Nei Jenis og Bill, fríða okkum fyri tykkara eirindarleysa dubultmorali og politisku stuntum.

Grát mítt elskaða land.

Eli Brimsvík.