Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Graslíkisvøllurin alment tikin í nýtslu

Graslíkisvøllurin var tikin alment í nýtslu leygardagin 30. juni 2012. Fyrsti dysturin, sum var spældur á vøllinum, var millum B-68 og TB í Effodeildini.

Graslíkisvøllurin alment tikin í nýtslu á Svangaskarði 30. juni 2012

Arbeitt hevur verið við at leggja nýggjan graslíkisvøll á grasvøllin á Svangaskarði. Hetta arbeiðið er liðugt og vøllurin var handaður mánadagin í seinastu viku. Í sambandi við hátíðarhaldið, sum var hildið í sambandi við, at vøllurin var tikin almetn í nýtslu, helt Súni í Hjøllum, varaborgarstjóri niðanfyri standa røðu.

Góðan dagin og vælkomin á Svangaskarð øll somul!

Nes kommuna vil við hesum takka FSF fyri samstarvsavtaluna um eina nýggja heildarætlan fyri Svangaskarð, t.v.s. um fyrrverandi grasvøllin og felagshúsið, sum innber útbygging av økinum, og at Nes kommuna átekur sær ábyrgdina av rakstrinum sambært eini nærri greinaðari avtalu.

Nú er so fyrsta stigið tikið, nú vit í dag taka nýggja graslíkisvøllin í nýtslu, og vit gleða okkum at halda fram í samstarvinum at fáa ljós við vøllin og annars at endurnýggja húsið, sum verður næsta stig og byrjar beinanvegin. Eisini vóna vit, at arbeiðið kann halda fram, so vit, um ikki so langa tíð, kunnu fáa tak yvir áskoðaraplássini. -Á Svangaskarði eru stórir famtíðarmøguleikar.

Ítrótturin hevur ómetaliga stóran týdning fyri trivnaðin í kommununi. Við ríkum minnum í huganum, við stórum takksemi til FSF, Tofta Ítróttarfelag og annars allar íbúgvararnar í økinum, bæði vóna og vænta vit, sum umboð fyri Nes kommunu, at tað enn einaferð fer at eydnast at skriva søgu og prógva, at tá ið vit standa saman og draga eina línu, kunnu søguliga stór tøk takast, ítróttinum at frama.

Vit vóna sjálvandi, at hetta verður tann nýggi skansin hjá B68, og at vit eisini í framtíðini fara at síggja fleiri altjóða dystir á Svangaskarði.

Eg vil eisini takka øllum, sum hava verið við í hesi útbyggingini, fyri gott samstarv og væl úr hondum greitt arbeiði.

Hetta er ein stórur dagur fyri okkum øll í Nes kommunu.

Við hesum fáu orðum vil eg lata nýtslurættin til Tofta Ítróttarfelag við ynskjum um, at hetta verður til gleði og signingar.

f. Nes kommunu

Súni í Hjølum, varaborgarstjóri

Kelda: www.nes.fo