Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Graslíki á Tórsvøll

Arbeiðið at gera Tórsvøll til nútíðar altjóða leikvøll heldur fram. Tórshavnar kommuna og Fótbóltssamband Føroya hava avtalað leist fyri samstarvinum.

Í fjør varð fyrsta stigið tikið, tá ljósmastrarnar vórðu settar upp. Hesar royndust serstakliga væl í sambandi við landsdystin móti Italia.

Tórshavnar kommuna og FSF taka nú næsta stigið, ið er at skifta grasvøllin út við graslíki, ið lýkur øll krøv til altjóða dystir. Eisini verður sprinklaraanlegg lagt í vøllin eins og leiðingar til hitaskipan.

Arbeiðið varð boðið út í undirarbeiðstøku millum J&K Petersen og Articon. Articon hevði lægra tilboðið, sum býráðið tók av. Í hesum sambandi er sáttmáli í dag undirskrivaður við Articon, sum kemur at standa fyri anleggsarbeiðinum. Articon hevði eisini lægsta tilboð í fjør uppá grevstrar- og fundamentsarbeiði í sambandi við ljósmastrarnar, sum stóðu lidnar fyrst í september 2011.

Sjálvt graslíkið er ikki við í arbeiðinum hjá Articon. Tað er altjóða fótbóltssamgongan FIFA, ið stendur fyri at bjóða graslíkið út millum veitarar, sum eru undangóðkendir av FIFA. Samlaði kostnaðurin fyri arbeiðið, sum nú skal gerast, íroknað nýtt graslíkið, er mett til umleið 8,4 mió kr. LBF hevur staðið fyri verkfrøðingaráðgevingini.

Alt flagið og tilfarið undir flagnum verður endurnýtt. Størsti parturin verður fluttur til golfbreytina á Glyvursnesi. Hetta fer at bøta munandi um umstøðurnar hjá Tórshavnar Golfklubba.

Aðrir partar av flagnum verða brúktir at fríðka býin við.

Sambært heildarætlanini sum eitt spanskt arkitektafelag í fjør gjørdi fyri Tórshavnar kommunu og FSF, verður mælt til at næsta stig, eftir at graslíkið er lagt á, verður at gera yvirdekking yvir vestaru síðu, og so víðari runt, og í hesum sambandi at byggja nýggjan bygning við suðurendan.

Arbeiðið byrjar mánadagin 14. mai 2012 og væntast liðugt undan ólavsøku. Fyrsti stórdystur verður finalan um Løgmanssteypið 25. august. Í oktober verða landsdystir móti bæði Svøríki og Írlandi.

Kelda: www.torshavn.fo