Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Granskingarsamstarv við ES eigur at halda fram

Føroya Arbeiðsgevarafelag: Tað hevur stóran týdning fyri føroyska gransking, at samstarvið við ES heldur fram. Tí er at vóna, at Føroyar framhaldandi kunnu vera við í hesum samstarvinum.

Føroyar fingu í 2010 atlimaskap í granskingarskránni FP7 hjá ES, og royndirnar við granskingarsamstarvinum vísa, at Føroyar hava fingið ein stóran part av limagjaldinum afturgoldið, tá føroyskir granskarar hava søkt um pengar.

Í árunum 2010 til 2012 hava Føroyar fingið umleið tveir triðingar av limagjaldinum afturgoldið. Hetta verður mett at vera ein góð avtala, tá hugsað verður um, at 2010 var hálvrunnið, tá Føroyar fingu limaskap, og at vit rindaðu fult limagjald hetta árið.

Játtanirnar eru eisini við til at menna samstarv millum føroyskar og útlendskar granskarar umframt at føroyskir granskarar fáa atgongd til tól og tøkni hjá øðrum, sum hevði kostað nógvar pengar, um vit sjálv skuldu syrgt fyri tí.

17. apríl var fundur í Mentamálaráðnum um granskingarsamstarvið við ES. Umframt fíggjarligu møguleikarnar í samstarvinum, varð víst á stóra týdningin av altjóða granskingarsamstarvi fyri at vit yvirhøvur skulu kunnu hava líkinda gransking í Føroyum.

Næsta granskingarsamstarvið í ES eitur Horizon 2020, og reglugerðin fyri hetta samstarvið hevur við sær, at Føroyar ikki kunnu halda fram í samstarvinum. Síðani hetta gjørdist greitt, hava myndugleikar og stovnar arbeitt miðvíst fyri at fáa broytt hesar orðingar. Enn er einki avgreitt, men líkt er til, at tað fer at eydnast at beina forðingarnar burtur, soleiðis at Føroyar kunnu halda fram í granskingarsamstarvinum við ES.

Hetta krevur tó, at landsstýrið setur pengar av. Í játtanarkørmunum hevur landsstýrið valt at strika játtanina til ES-granskingarsamstarv við tí grundgeving, at løgfrøðiligar forðingar gera, at Føroyar ikki kunnu vera við. Um Føroyar skulu vera við í granskingarsamstarvinum Horizon 2020 er tí neyðugt, at landsstýrið aftur setur pengar av til endamálið.

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at tað hevur gingið væl hjá føroyskum granskarum at fáa játtan úr granskingarskránni hjá ES og vónar, at landsstýrið fer at játta neyðuga peningin, tá løgfrøðiligu forðingarnar væntandi verða beindar av vegnum.