Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Granskingarráðið kunnar um stuðul til vinnu-ph.d.

Kunningarfundur verður í Vinnuhúsinum nú mikudagin tann 29. november kl. 15.00.
 
Granskingarráðið fer á fundi í Vinnuhúsinum mikudagin 29. november at kunna um møguleikarnar fyri at søkja um ymiskar stuðulsmøguleikar, herundir stuðul til at seta í starv ein vinnu-ph.d. Granskingarráðið hevur fingið møguleika fyri at stuðla 3 vinnu-ph.d. verkætlanum við upp til 1 mió kr. hvør, og Granskingarráðið kunnar á fundinum um endamál og krøv í hesum sambandi.
 
Á kunningarfundinum verður eisini kunnað um aðrar stuðulsmøguleikar, eitt nú Horizon 2020.
Líknandi kunningarfundir verða á Kambsdali tann 28. november og í Vági tann 30. november.
 
Nærri upplýsingar um kunningarfundirnar sæst her: http://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/kunningarfundir-um-vinnu-ph-d-studul-og-adrar-studulsmoguleikar/