Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Granskingarráðið 20 ár - hvat nú?

Tað eru í ár 20 ár síðani fyrsta føroyska granskingarráðið varð ásett í lóg. 

Í hesum sambandi skipar Granskingarráðið fyri hátíðarhaldi í Skálanum í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 13. mai frá kl. 13 til 16.

Kom við, tá vit hyggja aftur á farnu árini og fram ímóti komandi avbjóðingum og ætlanum.


Á skránni eru røður, framløgur og onnur innsløg:

– Eilif Samuelsen, fyrrverandi landsstýrismaður í Mentamálum um ætlanirnar við fyrstu lógini, sum hann legði fram

– Pál Weihe, professari og leiðari fyri Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, um týdningin av Granskingarráðnum og stuðlinum úr Granskingargrunninum 

– Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum um virksemið fyrr og nú

– Framløgur um nakrar útvaldar verkætlanir: 
Gunnvør á Norði
Bergur Djurhuus Hansen 
Agnes Mols Mortensen
Erland Viberg Joensen
Jónrit Halling
Magni Mohr
– Martin Zachariassen, professari og dekanur á Syddansk Universitet, fyrrverandi formaður fyri Granskingarnevndina um avbjóðingar fyri framman 

– Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum, um ætlanir landsstýrisins á granskingarøkinum 

Aftaná bjóða vit ábit og okkurt leskandi til góman.