Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gransking og førleikamenning

Seinasta fríggjadag vardi enn ein doktari, ið hevur gjørt sína gransking á Havstovuni, doktararitgerð sína. Andmælingarnir vóru sera væl nøgdir við tað megnararbeiði, ið gjørt var, og róstu doktorandinum og gransking hennara til skýggja.

At útbúgva granskarar, er ein týðandi partur av arbeiðinum hjá nútíðar granskingarstovnum. Tað førleikamennir stovnarnar og er við til at at flyta føroyska vitanarsamfelagið frameftir. Fakligi førleikin hjá starvsfólkunum er grundarsteinurin, sum slíkir stovnar standa á. Harumframt geva slíkar verkætlanir, har fólk fáa umstøður at grava djúpt í óloystum spurningum, stóra ítøkiliga vitan, samfelagnum at gagni.

Nógv eru tey, sum hava fingið sítt doktaraheiti við gransking, sum heilt ella partvís er gjørd á Havstovuni. Samanlagt er talan um 11 doktarar. Teir seinastu seks doktararnir, sum hava lokið prógv við gransking innan náttúruvísindi í Føroyum (síðani 2007), hava gjørt alla sína gransking á Havstovuni. Hesum eru vit errin av.

Avrikini og serstøðan hjá Havstovuni á hesum økinum, eru ikki komin av tilvild, men eru úrslit av miðvísum arbeiði í nógv ár. Doktaraheiti fæst bert, um granskarin megnar at prógva dygdargóða gransking á altjóða stigi. Hetta kemur ikki av sær sjálvum, men umframt avrikini hjá granskaranum, krevst eisini at tann doktaralesandi hevur eitt arbeiðsumhvørvi, ið er ført fyri at stuðla uppundir í dagliga arbeiðinum. Avrikini á Havstovuni prógva ta serstøðu, sum tey dugnaligu fólkini, ið har starvast, hava í so máta.

Nútíðar gransking innan náttúruvísindi er í stóran mun altjóða samstarv. Havstovan hevur nógvar og drúgvar royndir í so máta. Ein týðandi partur av hesum samstarvinum verður fyriskipaður og fíggjaður av ES. Bert tey allardugnaligastu sleppa ígjøgnum tað nálareygað, og eisini her skarar Havstovan framúr. Samanlagt hevur verið/er Havstovan við í 10 ES-granskingarverkætlanum. Nú Føroyar eru komnar við sum fullur luttakari í FP7 rammuskránni hjá ES, eru nýggir møguleikar opnaðir, og hesum ger Havstovan nýtslu av. Hetta seinasta árið eru fýra verkætlanir játtaðar, ið hava Havstovuna sum luttakara. Stovnurin er so væl við, tí hann kann vísa á dyggan førleika og góð avrik.

Dygdin í náttúruvísindaligari gransking verður mett eftir ritgerðum í altjóða vísindaligum tíðarritum. Eisini her skarar Havstovan frammúr í føroyskari gransking. Á hvørjum ári almannakunngera granskarar á Havstovuni nógvar greinir í altjóða vísindaligum tíðarritum, og samanlagt hava granskararnir á stovninum almannakunngjørt væl yvir 100 greinir í slíkum tíðarritum.

Nú minkar talið av PhD lesandi, ið hava sítt arbeiðsstað á Havstovuni, í stórum. Tvey eru eftir, men hesi verða liðug um stutta tíð. Tó byrjar ein í summar, í tøttum samstarvi millum Fróðskaparsetrið og Havstovuna. Fíggingin er frá Norðurlandaráðnum og er latin Fróðskaparsetrinum.

Orsøkin til hesa lítið hugaligu gongd í verkætlanum á Havstovuni, er manglandi fígging. Merkisvert, tá hugsað verður um avrikini og tann førleikan, ið nevnd eru omanfyri. Hesin førleikin eigur eisini at koma øðrum føroyskum granskingarstovnum til nyttu. Tað hevði tænt føroyskari gransking innan náttúrufrøði sum heild, um tað Ráðið, sum hevur til uppgávu at fylgja við í og veita stuðul til gransking, sá virðið í tí førleika, sum Havstovan hevur bygt upp, og stuðlaði uppundir víðari menning og samstarv við aðrar føroyskar granskingarstovnar.

Eilif Gaard