Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Granskari: EGO-ættarliðið er ein mýta

TALGILDA ÆTTARLIÐIÐ: Tað er ein stór misskiljing, at tey ungu eru eitt ættarlið av forkelaðum nalvaskoðarum. Størsta vandamálið er harafturímóti, at tey ungu missa seg sjálvi burtur, tí talgildi heimurin snýr seg í ólukkumál um at vera saman við øðrum. Alla tíðina.
 
Stravsmannafelagið:

Ímynda tær, at onkur prikkar teg á økslina. Ímynda tær so, at tað hendir dagin langan. Alla tíðina.
 
Við hesum stressandi útgangsstøði helt danski granskarin Søren Schultz Hansen fyrilestur um fyrsta ættarliðið. Tey sum, sum er fødd og uppvaksin við internetinum og fartelefonini; vóru børn ella ung, tá ið sosialu miðlarnir tóku seg upp og eru blivin vaksin fólk saman við hesum miðlum.
 
Fyrilesturin helt hann á ráðstevnuni hjá Nordisk Tjenestemennsråd, NTR, í Stavanger í farnu viku, har evnið var talgilding og avbjóðingarnar, hettar hevur fyri starvsfólk, fakfeløg og arbeiðspláss.
 
Telefonin í lummanum
-Ungfólk hava vanliga telefonini á ljóðleysum og við vibratión. Og vita tit hví, spyrt Schultz Hansen.
 
-Tey eldru gera tað fyri at vera fólkalig, fyri ikki at órógva. Men tey ungu gera tað, so at tey altíð kunnu merkja telefonina. Hvar tey enn eru stødd. Tey eru so at siga smeltaði saman við síni fartelefon. Menniska og maskina smeltaði saman.
 
Hann vísir eina mynd av einum manni, sum verður prikkaður á økslina. Tað er júst á sama hátt við nýggju tøkini, fartelefonini, greiðir hann frá. Tó við einum avgerandi muni.
 
-Fartelefonin er líka pátreingjandi nærverandi sum eitt fólk, sum prikkar teg á økslina. Hugsa tær so, at hettar prikkaríð gongur fyri seg dagin langan. Alla tíðina.
 
Granskar talgilda ættarliðið
Schultz Hansen er sjálvstøðugur vinnugranskari. Útbúgvin á Roskilde Universitetscenter, RUC.
 
Sum tann einasti í Danmark hevur hann granskað og skriva bøkur um tað fyrsta ættarliðið av fólki, sum eru fødd og uppvaksin við nýggju tøknini. Fólk, sum eru fødd í 90-unum og seinni.
 
Heiti á fyrilestrinum var ´De første digitale indfødte – digitaliseringens paradokser’.
 
Hyper tekstuella fatan
Fyri at lýsa nýggja ættarliðið vísir Schultz Hansen okkum hettar stutta sjónbandabrotið av eini smágentu. Sí video.
 
Fyrst situr gentan við einum ipaddi og navigerar dúliga. Síðani fær hon nøkur pappírsbløð upp í hondina. Nú situr hon og trýstir á knøttar, hon sær fyri sær. Roynir at zooma og blaða við fingrunum. Hon er ørkymlað. Hyggur eftir um okkurt kanska er galdið við fingrunum.
 
Gentan er eitt dømi um nýggja ættarliðið, sum er uppvaksið við digitalum logikki og filtri at skoða heimin, sigur Schultz Hansen. Soleiðis sum tann nýggja tøknin sigur at tað skal vera.
 
Barnið hevur eitt hypertekstuelt forstáilsi av heiminum. Ikki eitt liniert forstálini, sum vit eldru hava tað, greiðir Schultz frá. Heilt síðani Aristoteles hevur okkara fatan nevniliga bygt á hugsanina um, at alt hevur eina byrjan, eina miðju og ein enda. Liniert forstáilsi.
 
Men soleiðis upplivir lítla gentan tað ikki. Hesa fatanina fær hon ikki fyrr hon kemur í skúla.
 
Og soleiðis er tann nýggi heimurin, sum tað yngsta ættarliðið, er uppvaksið í, sigur hann.
 
Leys av rúmi – bundin av tíð
Hann greiðir frá, at nýggja tøkin hevur gjørt eitt heilt ættarlið av fólki, óheft av fysiskum rúmum. Afturímóti hava vit fingið eitt ættarlið, sum er bundið av tíð. Tað er frekvensurin, títtleikin, minuttirnir, sum telja. Løtan her og nú, sum er avgerðandi.
 
Tey ungu eru saman við øðrum, beint við og um allan heim; leys av fysiskum støðum og rúmum. Men bundin av tíð.
 
-Tey eru sera nærverandi, tá ið talan er um tíð. Men fráverandi, tá ið tey eru í einum rúmi. Hattar er tað fyrsta ættarliðið, har tað ikki hevur týdning fyri samveruna, at mann er í sama rúmi. Samveran er í tíð.
 
Fyri at lýsa munin tekur hann fram danska orðið ´tilstedeværelse´, sum lýsir hettar at vera til staðar saman við øðrum í sama rúmi, fysiskt og mentalt. Fyri tey ungu er rættari at tosa um ´tiltideværelse´, heldur hann. Nærveran, ið er tengd at rúmi, er avloyst av eini nærveru í tíð.
 
Til arbeiðis á kummuni
Tey ungu eru sum sagt ikki bundin av rúmi. Ongi rúm eru privat longur, sigur hann og vísir eina mynd av eini ungari kvinnu, sum situr á wc-kummuni við eini fartelefon.
 
Heldur ikki har er tey einsamøll.
 
Schultz Hansen spyr luttakatarnar í salinum hvussu nógv av teimum, ið hava havt telefonina við á wc; hava sent eini boð ella tikið ímóti boðum á kummuni. Tað sæst, at tey eru ikki so fá.
 
-Tit eru á lokum við tykkara starvsfeløgum og vinum, staðfestir Schultz Hansen.
 
Her og nú-ættarlið
Schultz Hansen greiðir frá, at tey ungu talgildu eru eitt ættarlið, sum bókstaviliga gongur við broytingum í lummanum.
 
Hettar ger, at málstýring, har langtíðarætlanir og -mál verða løgd, hóska sera illa til unga hugsunarháttin, har verðin broytist skjótt og alla tíðina. Har tað altíð er stutt út í havsbrúnna.
 
Sum dømi nevnir hann yrkisleið og karrierustigan, har siðbundna mynstrið er, at fólk flyta upp í tign stigvíst. At stríð og hart arbeiði altíð lønar seg. Og at lønin liggur fyri framman, kanska um nøkur ár. Ein arbeiðsmarknaður, har tú leggur langtíðar karrieruplanir.
 
Hettar talar ikki til tey ungu talgildu, sum eru uppvaskin við, at alt skal  henda skjótt, her og nú.
 
Tað er trupult at fáa tey ungu at síggja seg sjálvan í slíkum langtíðarætlanum. Tey síggja ikki seg sjálvan í fyritøkuni fleiri ár fram. Vilja helst hava lønina her og nú. Ikki um nøkur ár.
 
-Góðar gamlar dygdir, sum stig-fyri-stig og at stríð lønar seg til síðst, tala ikki til unga ættarliðið. Alt gott hvørvur fyri tann, sum bíðar, er hinvegin logikkurin hjá teimum ungu, sigur Schultz Hansen.
 
Punkterar mýtuna
Í fyrilestri sínum punkteraði Schultz Hansen mýtuna um, at tann talgildi ungdómurin er eitt ættarlið av forkelaðum, egoistiskum og illoyalum fólkum. Eitt ættarlið, sum onkuntíð heldur speirekandi verður rópt ME ME ME-ættarliðið.
 
Men hendan lýsingin er púra misvísandi, heldur Schultz Hansen.
 
-Mínar kanningar hava víst, at tað er beint tvørurímóti, sigur hann.
 
-Hettar er tvørturímóti fyrsta ættarliðið, har fólk ongantíð hava roynt at vera einsamøll, men alla tíðina er saman við øðrum. Tey eru alt annað enn ME ME ME.
 
Sum dømi nevnir hann sær sonevndu sjálvmyndir, selfies. Hyggur tú nærri eftir, sært tú, at flestu myndirnar eru av ungdómum saman við øðrum. Tey ungu vilja allarhelst avmyndast saman við øðrum.
 
-Í veruleikanum eru tað ikki sjálvsmyndir, selfies, sum eyðkenna tey ungu. Tað er hinvegin myndir saman við øðrum. Myndir, sum vísa, at tey nettupp ikki eru einsamøll, men hava samveru við onnur ung.
 
-Vit hava eitt ættarlið, sum er í vanda fyri ikki at menna seg sjálvan, tí tey í roynd og veru ongantíð er fyri seg sjálvan, men altíð saman við øðrum, sigur hann.
 
Øðrvísi felagsskapur
Tá vit hugsa um felagsskap er tað vanliga nakað, vit seta í samband við nakað, ið hevur vart leingi og er støðugt. Felagsskapurin er avmarkaður til tey, sum eru í felagsskapinum. Og karmarnir um felagsskapin eru rættiliga greiðir og fastir.
 
Men soleiðis er talgildi heimurin ikki. Tvørturímóti.
 
Hesin heimur er óstøðugur. Sambondini vara stutt og eru omaná ella yvirfladisk. Har eru fá ella eingi mørk. Eingir greiðir karmar.
 
Hettar mugu fakfeløgini hugsa um, um tey vilja hava tey ungu á tal og fáa tey at gerast limir í feløgunum, sigur Schultz Hansen.
 
Tískil mugu feløgini samskifta á tí máli og innan tann tíðarkarm, sum tey ungu í dag nýta, kenna og skilja. Annars er vandi fyri, at fakfeløgini fara at tykjast teimum ungu veruleikafjar og óviðkomandi.
 
Schultz Hansen leggur dent á, at skalt tú hava samband við tey ungu, ber heldur ikki til at býta heimin sundur á siðbundnan hátt – t.v.s upp í heimin, sum vit uppliva á skíggjum og so tann uttan maskinur.
 
Hetta sundurbýti skilja tey ungu ikki, tí við yngra ættarligum eru ´menniska og maskina smeltaði saman´, sum hann tekur til.
 
Tosið teirra mál!
Schultz Hansen tekur frástøðu frá uppáhaldinum um, at telduspøl eru burturspilt tíð, sum avbyrgja tey ungu og stjala teirra tíð. Sum dømi vísir hann okkum eina mynd frá vælumtókta ungdómsspælinum Leage of Legends.
 
-Gjøgnum telduspøl sum hesi menna tey ungu verulig vinarløg. Djúp vinarløg, vísa hansara eygleiðingar av ungdóminum.
 
-Hjá teimum ungu er tann talgildi heimurin og tað, sum vit eldru kenna, sum tann veruliga heimin, runnin saman í eina heild. Tey ungu í dag duga ikki ímynda sær veruleikan uttan teldur, internet og fartelefon.
 
-Hettar er teirra veruleiki, og tað er hettar t.d. fakfeløgini mugu taka útgangsstøði í, um tey vilja røkka tí talgilda ættarliðnum, ljóðaði boðskapurin hjá Schultz Hansen til tey umleið 100 fakfelagsfólkini, sum tóku lut á ráðstevnuni hjá Nordisk Tjenestemannsråd í Stavanger í farnu viku.


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=aXV-yaFmQNk]