Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Granskari avdúkar: Laksalúsin er friðað av alarunum

AVDÚKING: Hetta er niðurstøðan hjá Jákupi Lamhauge, granskara, sum hevur verið í samband við allar týðandi alarar í Føroyum, sum hava stórar trupulleikar við laksalúsini, tí eingin av teimum hevur víst áhuga fyri at koma lúsini til lívs. Hesir hava valt at arbeiða eftir reyv, og nokta at royna nakað annað.

Sannleikin um laksalúsina er eisini, at teir stóru alararnir hava brúkt so nógvar milliónir fyri at halda lúsini niðri, at teir snøgt sagt eru bangnir fyri at virka skít býttir, velja teir eina nýggja loysn, sum heilt sleppur teimum av við lúsina.

Vit kunnu nevna Luna, Hitten Fjord, Fiskaaling og Bakkafrost. Hesin síðsti hevur bygt skip í 100 millióna klassanum, sum skal vaska laksin við feksum vatni. Hetta sýnist at vera ein íløga út á sjógv, sum ikki hjálpir ein doyt tá avtornar, staðfestir granskarin.

Ein sterk fóðurblanding virkar heldur ikki, og til síðst er lúsin eisini mótstøðufør yvirfyri feskum vatni. Hetta veit granskarin, Jákup Lamhauge, av Glyvrum.

Men hvør er Jákup Lamhauge: Hann er radio-mekanikari av útbúgving, og hevur víst seg at vera serfrøðingur á fleiri økjum. Sum skúlalærari á Tekniska skúlanum í Havn, hevur hann, saman við næmingunum á skúlanum, framt stór teknisk frambrot, bæði í tunnlum, og við øðrum sergreinum.

Seinasta átak Jákup og næmingarnir gjørdu, var at hjálpa gjáarfólki, at seta serlig ljós upp í gjønni við Gjógv. Hetta riggaði sera væl, og hvørjaferð ljósini verða roynd, koma fólk ymsastaðnar frá, at hyggja og taka myndir av ljósspælinum.

Jákup Lamhauge, heldur tað vera sera løgið, at hvørjeferð, hann vendir sær til alararnar um laksalúsina, so møtir hann tøgnini. Ikki ein spyr hann, hvat hann hevur og hvørjar ætlanir hann hevur, fyri at steðga innrásini av laksalúsini.

Laksaalararnir fáa at vita, at teir arbeiða eftir reyv við laksalúsini. Í løtuni verður roynt, at sleppa av við lúsina, men tað kemur ikki at eydnast. Laksalúsin gerst fyrr ella seinni mótstøðufør, har hon í dag sýnist at ganga aftur, og so er líka vítt sum sítt.

Vit spurdu Jákup Lamhauge, hvat hesir laksaalarar gjørdu galið:

Tað ræður ikki um at fáa lúsina av laksinum. Tað ræður um, at lúsin ongantíð kemur uppá laksin, og tað einasta sum kann forða lúsini at koma uppá laksin, er ljósið, sum eisini er loysnin, sigur Jákup Lamhauge.

Hann vil ikki siga so nógv annað enn at tað hevur nakað við ljósstrálurnar at gera, hvussu tær fella, styrki og kanska eisini litir.

Í dag brúka alararnir ljós í aliringunum, sum “dregur” laksalúsina til sín, og tað sigur ikki so lítið.

Men fyribils er laksalúsin friðað av alarunum, sum hava goldið so nógvar milliónir fyri at sleppa av við lúsina, at teir eru bangnir fyri at vera útstillaðir, sum lallandi idiotar, at teir ikki fyri langt síðani  hava lurtað eftir serfrøðinginum.

Laksalúsin er friðað av alarunum.