Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Grannskoðari sigur ósatt um fíggjarstýring

Flokkurin sum sorar landsbúskapin og skapar stóran stættarmun, vil nú eisini sleppa framat kassanum hjá Tórshavnar Kommunu. Tað má bara ikki henda!

Eitt býráðsvalevni hjá Fólkaflokkinum mælir nú fólki til at gráta við sær um okkara høvuðsstað, sum plágast so illa av høgum skattatrýsti og vánaligari fíggjarstýring.

Jógvan Poulsen, ein ungur grannskoðari, skal veljast, so “skatturin hjá teimum lágløntu kann lækka”. Hetta, sjálvt um hann umboðar flokkin, ið var hart ímóti, at vit í býráðnum markaðu helmingin av skattalækkingini hesaferð til tey veikastu í kommununi, nevniliga barnafamiljurnar.

Hetta sigur maðurin, sum saman við sínum floksfeløgum í Tórshavnar kommunu roynir at billa veljarunum inn, at tað ber til at geva fólki ein stóran barnakekk, tí flokkur hansara einaferð ætlar at hækka botnfrádráttin. Men øll vita, at hvørki hann, ella leiðari hansara Jørgen Niclasen, kunnu hækka botnfrádráttin, men bara ein meiriluti í løgtinginum. Hetta dugir ikki sum býráðsagn!

Bluff við kekki

Grannskoðari ella ikki, so er staðfest, at hansara barnakekkur er framvegis fullkomiliga dekningsleysur og tað bera bluff! At fyrigykla sær, at vit fáa nakran kommunalan skattalætta, fíggjaðan úr kassanum hjá Jørgen Niclasen, vitnar bara um, at grannskoðarin ikki eigur tað minsta av politiskum veruleikasansi. Vit onnur vita, at hvørt einasta ár hendir tað øvugta, at kommunurnar skulu fíggja vánaligu fíggjarstýringina hjá Fólkaflokkinum í landsins stýri.

Lágløntu barnafamiljurnar í Tórshavnar kommunu stríðast enn við avleiðingarnar av flatskattaævintýri Fólkafloksins, sum bara tænti teimum vælbjargaðu. Men vit í býráðnum handla øðrvísi, rættvísari og solidariskt. Vit vilja, at øll í Tórshavnar kommunu fáa eina beinleiðis lækking í skattaprosentinum upp á hálvt prosent, og at barnafamiljurnar fáa eina hækking av barnafrádráttinum við 45 prosentum.

Alt hetta, meðan Fólkaflokkurin hevur givið teimum vælbjargaðu flatskatt, hava vit í býráðnum givið øllum lægri skatt og barnafamiljunum ein munandi størri bata. Samstundis hava vit bæði hækkað systkinafrádráttin og lækkað dagstovnagjaldið.

Ódýrur rakstur

Ungi og grammi grannskoðarin finst at, at Havnin kostar ov nógv at reka, sjálvt um hann reint fakliga eigur at vita, at tað passar ikki! Rakstrarútreiðslurnar komandi ár økjast við 7 mill. kr. og svarar tað til eina hækking uppá 1,3%. Men brúkaraprístalið er frá øðrum ársfjórðingi 2011 til annan ársfjórðing í 2012 hækkað úr 118,4 til 121, sum er ein vøkstur uppá 2,2%. Tað merkir, at kostnaðarstøðið er hækkað væl meira, enn vøksturin í rakstrarútreiðslunum.

Vit hava eisini lagt okkum eftir, at raksturin skal økjast sum minst, uttan at hetta nervar tænastustøðið. Skil má vera í og skil er í, og enn hevur Fólkaflokkurin ikki fortalt borgarunum, hvørjar tænastur skulu sparast burtur, tá allar skattalækkingar teirra eru innførdar, tí tað verður ikki við mýkindum.

Vit hava eisini lagt okkum eftir varisligum íløgum, og lániskuldin hjá kommununi er tí sera lítil í mun til álíkningina, umleið 145 mill. kr við árslok. Í 2013 vænta vit eina skattaálíkning uppá 613 mill. kr. Gjaldførið hjá kommununi er harumframt sera gott og langt oman fyri øll krøv.

Stendur væl til

So her stendur ikki illa til. Tvørturímóti, ein og hvør grannskoðari vil vita, at hetta er tekin um ein sera sunnan kommunalan búskap og fíggjarstýring.

Hvussu er so fíggjarstýringin hjá Fólkaflokkinum. Jú, vit hava sæð fólkafloksmennirnar komið við fleiri kontantum tilboðum til veljararnar. Jan Christiansen beyð eitt prosent í skattalætta nú og eitt prosent í komandi valskeiði, og samfelt bjóðaðu allir eina tvífalding av barnafrádráttinum. Hóast eitt prosent var til at taka frá Boðanesheiminum, so kostaði restin nærum tvey skattaprosent aftrat.

Men fólk eru ikki so fávitskut, sum fólkafloksmenn tykjast halda, tí tey vita fullvæl, at skalt tú gjalda meira út, so mást tú antin hava meira inn ella fremja sparingar og íløgusteðg. Eitt skattaprosent er umleið 30 milliónir, og so kunnu veljararnir rokna víðari sjálvir…

Annars gongur sjón fyri søgn í landspolitikkinum, har Fólkaflokkurin hevur alla maktina.

Við fullari ferð

Nei, góðu fólkafloksmenn, hvørki íløgusteðgur ella sparingar eru ráðiligar loysnir, nú okkum tørvar at seta fulla ferð á alt virksemi í býnum. Hetta fyri at skapa arbeiði til allar hendur, størri inntøkur og betri trivnað sum altavgerandi lið í arbeiðinum at skapa búskaparvøkstur og harvið eisini fólkavøkstur.

Á øllum økjum eru vit í gongd við arbeiðsskapandi tiltøk, trivnaðartiltøk og tiltøk fyri beinleiðis at lækka kostnaðarstøðið í býnum og kommununi, samstundis sum vit skapa karmar til vinnu.

Tað gongur væl og tað fer at gangast enn betur! Og so leingi Fólkaflokkurin ikki situr í býráðsleiðsluni, tess tryggari verður framburðurin og fíggjarstýringin.

Fólk eru ikki blind. Fólk hava sæð hvat hesin flokkur hevur gjørt í býráðnum áður - og fólk síggja hvat hesin flokkur ger í landsstýrinum nú!

Heðin Mortensen

Borgarstjóri