Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Grannakaffi 2016 gav útvið hálva millión kr.

Tiltakið Grannakaffi hjá Krabbameinsfelagnum sá dagsins ljós í mars í 2015 og heppnaðist so mikið væl, at avgjørt varð at endurtaka tað somu tíð í ár.

Hugskotið til Grannakaffi eigur Urd Johannesen, sum í 2009 samskipaði stóru innsavningina ”Føroyar móti krabba”. Høvuðsendamálið er at savna pening til støðuga arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum við upplýsing, fyribyrging og gransking, men hevur sín uppruna í spurninginum ”Hvat kann eg gera fyri at hjálpa?”, sum avvarandi og onnur ofta seta felagnum.

Í fjør var meginparturin av vertunum einstaklingar og smærri eindir, meðan eindirnar hava verið størri í ár, tí fleiri heilar bygdir, grannaløg og feløg skipaðu fyri felags Grannakaffi. Men framvegis vóru yvir 80 Grannakaffi tiltøk runt allar Føroyar.

”Vit eru ovurfegin og eyðmjúk um ta stóru vælvild, ið vertirnir og teirra gestir vísa felagnum og vit seta stóran prís uppá øll, sum á henda hátt hjálpa okkum at varpa ljós á krabbamein” sigur Jákup N. Olsen, nevndarformaður í Krabbameinsfelagnum. Krabbameinsfelagið ynskir at takka vertunum og gestunum, sum hava savnað pening inn. Felagið ynskir eisini at takka Posta, Mariu Poulsen, Vestpak, Sendistovuni fyri teirra stuðul og miðlunum fyri at bera boðskapin út.

Eins og í fjør hava afturmeldingarnar verið sera jaligar og fólk hava veruliga tikið Grannakaffi til sín. ”Hetta er enn eitt prógv uppá, at tá ið ein gevur nakað, so fær ein eisini nakað aftur, og eg haldi, at tað í stuttum lýsir vøkru hugmyndina handan Grannakaffi” sigur Jákup N. Olsen.  

Nú Grannakaffi-bússurnar eru upptaldar eru útvið hálv millión kr. komnar inn. “Úrslitið í ár er betri enn vit høvdu torað at vóna, tí tað er ofta torført at endurtaka eitt tiltak, sum heppnaðist so væl sum í fjør. Flotta úrslitið er enn ein staðfesting av, at um ein lyftir í felag fær ein tey bestu úrslitini”, sigur Jákup N. Olsen at enda.