Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Grand Prix kapping á Toftum

Toftir hava eina sterka siðvenju innan telving, sum røkkur nógv áratíggju aftur í tíðina, og hølisumstøðurnar hjá Tofta Talvfelag eru eisini sera góðar og snotuligar, bæði til venjingar og eisini at hýsa talvkappingum upp til eina ávísa stødd.

Leygardagin 19. november 2011 vóru hølini hjá Tofta Talvfelag karmur um ta triðju av teimum íalt 10 kappingunum í Grand Prix 2011/12.

Hendan kappingin var ein sonevnd kvik-kapping, har tíðin at telva er 15 minuttir í part.

Íalt 20 luttakarar vóru, harav helvtin vóru lokalir telvarar av Toftum. Telvað varð 7 umfør, og vinningarnir vóru virðislønir til nr. 1, 2 og 3, umframt ratingvirðislønir.

Yngsti 10 ár

og elsti 84 ár

At telving er fyri allar aldursbólkar, varð enn einaferð staðfest, tí aldursspjaðingin var stór. Yngsti luttakarin var 10 ára gamli Janus Skaale í Klaksvíkar Talvfelag, og elstur var Justinus Hansen í Tofta Talvfelag, sum er 84 ára gamal og framvegis virkin telvari.

Talvsambandið skrivar um kappingina, at hon gjørdist jøvn og spennandi, har teir ovast styrkismettu telvararnir góvu hvørjum øðrum ein skarpan gang, alt meðan aðrir telvarar stungu seg upp ímillum av og á.

Hans K. Simonsen legði fyri sum eitt óløgi og hevði undan seinasta umfarinum 5½ stig av 6 møguligum og var eitt stig fremstur. Í seinasta talvinum móti Høgna E. Nielsen mátti kollfirðingurin tó lúta og endaðu teir báðir saman við Olaf Berg sum samanlagdir vinnarar.

Ratingvirðislønirnar vunnu Andrias Danielsen (1000 – 1300) og Silas Eyðsteinsson (1301 – 1800).

kelda: www.nes.fo við tilvísing til www.norðlysid.fo