Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Grækarismessuhaldið 2012

Sunnudagin 11. mars kl. 16, var Grækarismessuhald í Runavík, á økinum sunnanfyri býráðshúsið. Eins og undanfarnu ár gingu skótarnir skrúðgongu og Nes Sóknar Musikkfelag spældi. Røðarin í ár var Hjalti í Jákupsstovu.

Tá eg, av Kunningarstovuni í Runavík varð biðin um at halda grækarismessurøðuna her í ár, varð eg eitt sindur rørdur, tó at eg himpraðist. Orsøkin til, at eg játtaði var, at eg havi nógv ættarbond í Runavíkar komunu. Bæði úr Lamba, Rituvík og eitt sindur fjarari eisini av Skála.

Okkurt árið gekk eg eisini í skúla á Glyvrum. Ì tí lítla húsinum, gamsli skúlin sum stendur niðanfyri tann størra skúlan á Glyvrum. Bjarnadal og frú Bjarnadal vóru lærarar. Tá var eingin Pisa kanning, Men frú Bjarnadal hevði ein máta, at halda ymisku næmingarnar í sving. Varð onkur næmingur skjótari at rokna enn hini, fekk hann eitt eyka stykki at rokna, Og soleiðis, varð friður millum næmingarnar, og hon hevði betur tíð, at taka sær av restini av flokkinum. Eg sigi ikki, at hetta ber til í dag, men friður varð, og øll komu væl undan.

Eftir hátíðarhaldið bjóðaðu skótarnir kaffi, saft og vaflur.

Lesið alla røðuna við at trýsta á fílin niðanfyri:

http://www.runavik.fo/Data/Register/0cad447d-7512-4d78-91f1-f8e935eb9824/fb232055-057f-4b11-9a9e-3b77cb925c29/30edd2b9-3b83-48cd-b863-1fe56278f270.pdf

Niðanfyri er ein leinkja til myndir frá haldinum.

http://www.runavik.fo/Index.asp?cId=095c0847-1cb8-43e2-9f48-987ce67db428&ClearAreas=1