Grækarismessuhald í Miðvági
Sunnudagin 11. mars skipar Vága Dansifelag fyri Grækarismessu haldi í Miðvági. Haldið verður við standmyndina av Mikkjali á Ryggi yvir av kirkjuni.
Hans Jørgensen, skúlastjóri við Miðvágs- Sandavágs skúla, fer at halda røðu, og Vágakórið fer at syngja nakrar sangir.
Aftan á er opið í Beitinum, sum er felagshúsið hjá Vága Dansifelag og húsið, har Mikkjal á Ryggi varð føddur og vaks upp. Har verður møguleiki fyri at fáa ein kaffimunn, eitt prát, og kanska verður onkur sangur eisini sungin.