Gøtuljós við brúgvar í miðbýnum
Seinastu árini hevur kommunan í smáum gjørt gøtur, ljós, brúgvar v.m. í miðbýarøkinum sum eina byrjan til økta nýtslu av økinum, og nú eru eisini gøtuljós sett upp við brúgvarnar í miðbýnum.
Meðan býráðið hevur arbeitt við tí stóra málinum um framtíðar skipan av miðbýnum, er samstundis blivið arbeitt í heilt smáum við at bøta um umstøðurnar hjá fólki til gongu í miðbýarøkinum.
Hóast talan higartil bert hevur verið um heilt smávegis ábøtur og íløgur, so hava gøtur, brúgvar og ljós skapt ein hugna í økinum. Hetta sæst eisini aftur í talinum av fólki, sum síggjast í økinum til gongu eftir gøtuni ella saman við børnum í fjøruni við søguligu bakkahjallarnar á Biskupsstøð.
Ein annar partur av hesum er sproyting av grasfræi á økið. Hetta varð gjørt fyrstu ferð í fjør, og fyri stuttum varð økið sproytað enn einaferð enn við grasfræ.
Sum myndirnar vísa, eru gøtuljós nú eisini sett upp við brúgvarnar um Ósánna og Vágsánna. Tað er Tekniska Nevnd býráðsins, sum hevur samtykt arbeiðið, og tí mett var at trygdin við brúgvarnar skuldi upp á eitt hægri støði.
Kelda: www.klaksvik.fo