Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gøtuljós sløkt í Havn

Sum flestum kunnugt, so eru í løtuni flestu gøtuljós í kommununi sløkt. Undantikin eru ljósini í miðbýnum og onkra aðrastaðni við.

Ljósini hava verið sløkt um hesa tíðina og fram til eina viku undan ólavsøku á hvørjum ári í útivið 40 ár. Av tí at henda tíðin er so ljós, hevur hetta ongatíð áður elvt til nakrar trupulleikar.

Nú hevur kortini onkur givið ilt av sær hjá borgarstjóranum. Gøtuljósdeildin hevur í hesum sambandi gjørt eitt yvirlit frá nýggju gøtuljósskipanini, sum kommunan er við at menna. Her sæst, hvussu nógv gøtuljósini lýsa gjøgnum árið.

Yvirlitið vísir millum annað, at í juni mánaða eru ljósini sløkt, meðan tey í desember lýsa 530 tímar av teimum 744, sum eru í alt.

Kvøldini eru ymisk, alt eftir um tað er klárt ella ádrigið, í gjár til dømis var serliga gott veður við ljósum veðri. Hjálagda mynd er tikin kl 23 í gjárkvøldið í Norðasta Horni og vísir greitt, hvussu ljóst tað var.

Kommunan sløkkir ljósini fyri bæði at spara pening og orku og harvið eisini fyri at verja umhvørvið. Mett út frá vanligari siðvenju og teimum hagtølum, sum eru til taks, sær kommunan onga orsøk til at broyta hesa 40 ára gomlu praksis.

Heðin Mortensen

borgarstjóri