Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gøtuhondbóltur

Í dag varð skipað fyri gøtuhondbólti í miðbýnum. Endamálið við tiltakinum er at eggja børnum at taka lut í ítrótti – uttan mun til førleikar og umstøður.

Tað er kendi danski hondbóltsspælarin Lasse Boesen, ið er upphavsmaður til gøtuhondbólt.

Næmingar í 2. flokki í Tórshavnar kommunu tóku lut saman við frítíðarskúlunum og ikki kann sigst annað, enn at tiltakið eydnaðist væl í góðveðrinum í dag.

Saman við børnunum vóru hondbóltsleikarar úr KIF Kolding København og fólk frá Hondbóltssambandinum.