Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Her síggjast Karina, Mortan, Hans Hjalti, Mourits og Martin. Kunoyarnakkur, Mosarøkur og Skógarnar í baksýni.

Gott samstarv við kommunurnar

Arbeiðið at taka upp í viðarlundunum eftir ódnarveðrið í vetur gongur betur enn væntað.

Eitt ógvuliga gott samstarv millum Skógrøkt á Umhvørvisstovuni og tær tríggjar kommunurnar, ið eiga tær viðarlundirnar sum vórðu harðast raktar, nevniliga Tórshavnar kommuna, Tvøroyrar kommuna og Klaksvíkar kommuna, hevur gjørt, at arbeiðið at taka upp eftir skaðarnar frá ódnunum í vetur hevur higartil gingið væl betur enn væntað. Enn er tó langt á mál, til alt er tikið upp og fingið aftur í fullgóðan stand. Miðað verður tó eftir, at viðskiftafólk/borgarin aftur kunnu njóta hesi lendini ótarnað móti vári.

Umframt at arbeiða í viðarlundunum í Havn, hava fólk frá Skógrøkt á Umhvørvisstovuni verið ávísar dagar í Suðuroy og arbeitt saman við røktaranum hjá Tvøroyrar kommunu í Viðarlundini í Trongisvági og í Viðarlundini við Suðuroyar Sjúkrahús. Á samsvarandi hátt verður arbeitt saman við býargartnaranum hjá Klaksvíkar kommunu um viðarlundirnar hjá teimum. Mikudagin vóru fólk frá býargartnaranum hjá Klaksvíkar kommunu saman fólki frá Skógrøkt á Umhvørvisstovuni í Viðarlundini á Mikladali og arbeiddu. Nógv er at gera har, bæði orsakað av skaðum frá ódnarveðrinum í vetur, men somuleiðis tí at stórur tørvur er á at ávikavist tynna, tilskera og í aðrar mátar røkta í tí eftirverandi vøkstrinum. Harumframt er tørvur á at fáa gjørt eina gøtuskipan í hesi viðarlundini, soleiðis at tey vitjandi betur kunnu njóta økið.