Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ein teirra, ið hevur teknað seg á fyrsta sinni, er 55 ára gamli Sofus Johannesen frá Gjógv. Sofus sær tiltakið sum eitt gott høvi at leggja trýst á seg sjálvan og fáa gongd aftur á gongutúrarnar.

Gott høvi at leggja trýst á seg sjálvan

Leygardagin 4. juni fer Tórshavn Marathon av bakkastokki, og eins og í fjør skipar Krabbameinsfelagið saman við Bragdinum fyri serligum Gangi½maraton. Kostnaðurin er 250 krónur og 100 krónur fara til Krabbameinsfelagið.

Ein teirra, ið hevur teknað seg á fyrsta sinni, er 55 ára gamli Sofus Johannesen frá Gjógv. Sofus sær tiltakið sum eitt gott høvi at leggja trýst á seg sjálvan og fáa gongd aftur á gongutúrarnar. “Eg varð skurðviðgjørdur fyri krabba í tjúkktarminum í fjør summar, men eg var heppin at sleppa undan eftirviðgerð.” Tó var viðgerðin ein áminning um, at ein skal ansa sera væl eftir heilsuni, og ein gongutúrur kann bøta um heilsustøðuna, umframt at tað er balsam fyri sálina at ganga úti í føroysku náttúruni. 

Sofus gekk 25 kilometra langa teinin frá Gjógv til Oyrabakka, tá ið Mentanarvika varð fyriskipað í Sunda Kommunu í fjør, og hetta hevur givið honum gott mót um, at hann saktans kann ganga slíkar langar teinar aftur. “Tað er bara ein spurningur um at koma í gongd,” sigur Sofus og leggur afturat, at eftir skurðviðgerðina kom stígur í gongutúrarnar hjá sær. Men í seinastuni hevur hann gingið eina fasta rutu, uml. 8 kilometrar í heimbygdini Gjógv og gleðir seg at royna teir 21 kilometrarnar á Tórshavn Marathon leygardagin 4. juni. “At partur av gjaldinum fer til eitt so góðgerandi endamál, sum at stuðla Krabbameinsfelagnum, er bara enn ein góð orsøk til at fara í gangiskógvarnar aftur,” sigur Sofus Johannesen at enda. 

Um onkur annar eisini hevur hug at fáa góða gongulagið aftur og samstundis stuðla Krabbameinsfelagnum, ber til at tekna seg á heimasíðuni hjá Tórshavn Marathon, www.torshavnmarathon.com, fram til 2. juni.

Gangi½maraton fór av bakkastokki í 2015, sum ein liður í arbeiðinum hjá Krabbameinsfelagnum at varpa ljós á krabbamein og tað stríð, fólk við hesi sjúku skulu ígjøgnum.